Læknin hjá Michael Jackson sigur seg vera ósekan

56 ára gamli Conrad Murray er ákærdur fyri óviljað manndráp á poppkongin. Hann sigur seg tó vera ósekan, skrivar berlingske.dk í dag. Í fulla rættarsalinum sótu millum onnur foreldrini og nakrir brøður hjá Jackson.

 

Murray var í amerikonskum miðlum vorðin ákærdur fyri at hava givið Jackson so nógvan heilivág, at hann í fjør fekk hjartaslag og doyði. Í mánaðir er hann vorðin kannaður av løgregluni, eftir at rættarlæknar søgdu tað vera ógjørligt, at Jackson hevði tikið sítt egna lív við einari yvirdosis.

 

Har funnust tó spor av doyvandi evninum propofol í deyða kroppi hansara. Evnið verður nýtt til at doyva skurðsjúklingar.

 

Murray hevur viðgingið, at hann lat Jackson vera einsamallan ávirkaður av propofol. Hann segði, at hann gjøgnum seks vikur gav honum doyvandi evnið, meðan poppstjørnan vandi til sína konsertferð í Onglandi í summar í fjør.

 

Jackson hevði tá klagað til lækna sín um, at hann hevði svøvnloysi.