Ellivu gentur, sum líða av anoreksi, skuldseta ein lækna á sálarsjúkudeildini á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fyri kynsligan ágang. Tann sami læknin er frammanundan skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti fimm øðrum anoreksi-sjúklingum.
Í summum førum hevur hann fingið genturnar til at lata seg úr, og í øðrum førum er talan um beinleiðis og grova kynsliga misnýtslu, sigur danska kringvarpið.
Dorte Nielsen, sum er næstformaður í felagnum Pårørende til Spiseforstyrrede, sigur við DR, at umframt tær fimm hava ellivu gentur vent sær til felagið og greitt frá tí, sum teimum hevur verið fyri. Teir flestu tilburðirnir hava verið í Keypmannahavn, men læknin hevur eisini gjørt seg inn á gentur í øðrum býum á Sjællandi.
Dorte Nielsen mælir gentunum til at fata til løgregluna við málunum.









