Læknavaktin flytur í onnur høli á Landssjúkrahúsinum

Frá mánadegnum 23. desember 2019 fer Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum at halda til í nýggjum hølum partar av døgninum, skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi

Viðtalur verða frameftir á hesum støðum:

• Yrkadagar frá klokkan 16 til á midnátt er viðtala 3. hædd/B3

• Vikuskifti og halgidagar frá klokkan 8 til midnátt er viðtala á 3. hædd/B3

• Frá midnátt til klokkan 8 allar dagar er viðtala á Skaðastovuni/Bráðmóttøkuni, eins og í dag.

Tey, sum hava ørindi í Læknavaktini, skulu eins og áður venda sær til Leiðbeiningina at verða skrásett.

Læknavaktin 1870 er ætlað teimum, sum brádliga gerast sjúk, ella har sjúka versnar eftir vanliga arbeiðstíð.