Læknaskrivarafelag Føroya hevur havt aðalfund. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Sæunn Ólavsdóttir Hansen, formaður, Marna Gásadal, skrivari, og Beinta D. Mohr, kassameistari. Tiltakslimir eru Ruby Danielsen og Eyð Hansen.
Endamál felagsins er at virka fyri áhugamálum læknaskrivaranna. At styrkja sambandið millum læknaskrivararnar og at skipa fyri felags skeiðum, fyrilestrum og tiltøkum annars.