Læknarnir eru strongdir. Sjúklingarnir eru ónøgdir. Bíðirøðirnar eru langar. Og viðgerðin er ónøktandi. Sjúkueyðkennini eru greið. Kommunulæknaskipanin í Føroyum er ikki nøktandi. Trotið á læknum er stórt, og nú tríggir kommunulæknar hava sagt upp, tí teir ikki orka meira, er alneyðugt at finna aðrar loysnir.
Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni, er ein teirra, ið hevur sagt upp í Havn og er fluttur til Sands í staðin. Hann heldur trupulleikan vera samansettan og loysnirnar fleirstreingjaðar. Læknarnir í Havn til dømis kundu arbeitt betur sínámillum, heldur hann, tí tað skerst ikki burtur, at summir hava meira at gera enn aðrir. Læknar kundu eisini bøtt aðrar umstøður við eitt nú avspáking, frítíð og endurútbúgving.
Kommunan tekur sær av ytru umstøðunum, og skal syrgja fyri hølum, edv og útgerð. Landsmyndugleikarnir hava síðan uppgávuna at seta fleiri kommunulæknar. Ein nýggj vaktarskipan kundi bøtt um, so vaktarbyrðan ikki var so stór, men yvirhøvur eigur eitt yvirskipað kjak at verið tikið um, hvat kann gerast sigur Dánjal Petur Højgaard.
Tung skipan
Loysnirnar, sum Dánjal Petur Højgaard peikar á, vísa, at talan er um eina tunga skipan, tí læknarnir hava í roynd og veru tríggir ymiskir arbeiðsgevarar. Kommunan útvegar høli, sjúkrakassin rindar fyri viðgerðina, og landið setir læknar og lønar teimum partvíst.
? Hetta er ein umfatandi skipan, sum elvir til eitt tungt samskifti, og kanska eiga vit at hyggja at, um vit kundu skipað alt økið øðrvísi. Um vit skulu gera sum eitt nú í Danmark, har læknar eru privatpraktiserandi, sigur Dánjal Petur Højgaard.
Sjálvur sigur hann seg ikki hava nakra støðu til, um læknar skulu vera privatir, men hann reisir eitt áhugavert kjak. Eitt nú var stórt trot á tannlæknum í Føroyum fyri nøkrum árum síðan, men tann trupulleikin er loystur, tí tannlæknar sjálvir seta seg niður.
Privatir vinnurekandi
Í Danmark er skipanin við læknum grundleggjandi øðrvísi. Kommunulæknar, ella praktiserandi læknar, sum tað eitur í Danmark, eru í roynd og veru privatir vinnurekandi.
? Vit hava eina góða skipan, sum vit eru glað fyri. Hon er bílig sæð í mun til ta tænastu, vit fáa afturfyri, og samanborið við onnur lond rinda vit eisini minni fyri hvønn sjúkling. Vit eru ógvuliga glað og errin fyri okkara skipan, og vit vilja ikki býta hana um ella kollvelta hana grundleggjandi, sigur Svend Erik Tensing, løgfrøðingur hjá Praktiserende Lægers Organisation.
Læknastarvið í Danmark er skipað eftir samráðingum við amtini, sum gera eina avtalu fyri alt landið. Í løtuni sigur avtalan, at ein lækni skal vera fyri hvørji 1600 fólk undir vanligum umstøðum. Sambært hesum kunnu læknar seta seg niður sum praktiserandi læknar, tá pláss er fyri tí.
Teir skulu sjálvir rinda lønir til starvsfólk, rinda fyri húsaleigu og keypa útgerð til læknahøli. Teir fáa lønina rindaða av danska sjúkrakassanum, sum bæði rindar eina grundupphædd fyri hvønn sjúklling, sum læknin hevur, og eina upphædd fyri hvørja læknaviðtalu. Tá teir fara frá, kunnu teir selja sína praksis, og onkur annar tekur við.
Har føroysku læknarnir sostatt hava tríggjar arbeiðsgevarar ? landið, kommuna og sjúkrakassan ? eru donsku læknarnir sín egni arbeiðsgevari, ið verður løntur av sjúkratryggingini.
? Skipanin er ikki dýr, og hon virkar væl. Hon kostar umleið 1000 krónur fyri hvønn sjúkling um árið, ella 5 milliardir krónur árliga, og tað er væl bíligari enn í grannalondunum, upplýsir Svend Erik Tensing frá PLO.
Hann ivast kortini í, um hetta einsamalt hevði loyst føroyska læknatørvin, men saman við øðrum átøkum kundi tað hjálpt, um læknar við neyðugu útbúgvingini sjálvir kundu sett seg niður uttan at skula verið valdur út av tí almenna.