Læknar rýma av landinum

Tað hevur fingið øði í læknarnar í Íslandi, at stjórnin hevur givið forstjóranum á Landssjúkrahúsinum í Reykjavík 500.000 íslendskar krónur í løn afturat um mánaðin, soleiðis at hann nú fær 2,3 milliónir krónur í mánaðarløn.

Formaðurin hjá læknunum, Ómar Sigurvin Gunnarsson, sigur við fjølmiðlarnar, at hann stúrir fyri, at avgerðin fer at fáa fleiri læknar at søkja sær starv uttanlands.

Læknaformaðurin sigur, at lønarhækkingin hjá sjúkrahússtjóranum kom sera óvart á læknarnar og hitt starvsfólkið, tí forstjórnin hevur biðið tey vísa tolsemi og at standa saman ímóti skerjingum á stovninum.