Læknar og sjúkrasystrar kunnu verða HIV-kannað

Hildið verður, at í hvussu er 700 starvsfólk í bretska heilsuverkinum eru HIV-smittað

Tey, sum arbeiða í bretska heilsuverkinum, hava ikki skyldu at lata seg kanna, um tey eru HIV-smittað. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar, sum koma til Bretlands at arbeiða í heilsuverkinum, men nú verður tað hildið vera rættiliga sannlíkt, at fleiri afrikanskar sjúkrasystrar, sum arbeiða í Bretlandi, kunnu vera HIV-smittaðar, tí smittan er ógvuliga vanlig í Afrika.
Enn hevur heilsumálaráðið í London ikki gjørt av, um tað skal bjóða starvsfólkunum at lata seg HIV-kanna, ella um tað skal verða eitt krav, men blaðið The Times skrivaði í gjár, at ein HIV-kanning eftir øllum at døma verður sett í verk.
Eingin almenn skráseting er, men serfrøðingar halda, at meiri enn 700 HIV-positivar sjúkrasystrar eru í bretska heilsuverkinum, og at umleið 90 prosent eru úr londum í Afrika.
Síðani í august í fjør hevur ein nevnd arbeitt við spurninginum um møguliga HIV-kanning, men enn er einki uppskot komið frá nevndini.