Legg av og royk, um tú vilt skurðviðgerast. Tað er kravið frá fleiri skurðdeildum á donskum sjúkrahúsum
Alsamt fleiri donsk sjúkrahús krevja nú, at roykjarar leggja av at roykja í seinasta lagi tveir mánaðir, áðrenn teir kunnu verða skurðviðgjørdir. Gera teir ikki tað, verða teir heilt einfalt sendir heimaftur, veit Nyhedsavisen at siga.
Orsøkin til kravið er, at roykjarar eru í út við 10 ferðir størri vanda enn ikki-roykjarar fyri at fáa trupulleikar av til dømis plastiskum skurðviðgerðum.
Men eisini sjúklingar, ið hava tørv á rygg-, mjadna- ella kokuskurðviðgerð fáa boð um at leggja av at roykja.
?Hetta eru so álvarsliga skurðviðgerðir, at vit mugu tryggja okkum so væl, sum gjørligt. Royking ger, at sárið lekist munandi verri. Tí seta vit hetta kravið,? sigur Kjeld Søballe, yvirlækni á Århus Sygehus, við Nyhedsavisen.