So er málið avgjørt ? men neyvan loyst.
Avgerðin hjá Helenu Dam á Neystabø at seta ein cheflækna og ein røktarfakligan sjúkrahúsleiðara at mynda ovastu leiðslu saman við sjúkrahúsleiðaranum á Landssjúkrahúsinum fær alt annað enn blíða móttøku frá læknunum.
Læknarnir siga nevniliga bart út nei takk til 1. september loysnina frá landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum. Formaðurin í Serlæknafelagnum Jóhan Petur Davidsen er ikki mjúkur í síni meting.
? Helena hevur tikið eina reint politiska loysn, bara tí hon varð kroyst at taka eina avgerð. Handan loysnin er hvørki fuglur ella fiskur.
Í Sjúkrasystrafelagnum varð hýrurin hinvegin nógv betri mikudagin.
? Eg havi ikki sæð uppskotið, men sum eg havi skilt tað, so ljóðar tað frálíkt. Í fínasta lagi, segði ein bjartskygd Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelagnum.
Kolldømt
Á tíðindafundinum mikudagin appelleraði Helena Dam á Neystabø ann-ars inniliga á partarnar um at líta frameftir og leggja gamalt agg aftur um.
Hon legði aftrat, at nú kundi ikki bíðast longur eftir, at partarnir skuldu finna saman sjálvbodnir. Tað hevur verið roynt í áravís. Og enn er tað ikki eydnast.
Samstundis er hennara uppsot ein kolldøming av uppskotinum hjá sjúkrahúsleiðaranum Jákup Mørkøre um eina einstreingjaða leiðslu.
? Eg meti, at tíðin er ikki búgvin til uppskotið um eina einstreingjaða leiðslu, segði landsstýrismaðurin, tá hon var spurd um, hví hon ikki fylgdi uppskotinum frá sjúkrahúsleiðaranum.
Helena var á fundi týsdagin við Jákup Mørkøre, har hon kunngjørdi sínar ætlanir fyri honum.
Helena var heldur ikki bangin fyri at staðfesta, at um persónar í leiðsluni fóru at mótarbeiða hennara uppskoti, so kundi koma upp á tal at skifta persónar út.
? Tað er kortini mín fatan, at sjúkrahúsleiðarin er sinnaður at lata hetta uppskotið fáa ein kjans.
Sjálvur ynskir Jákup Mørkøre ikki at gera stórvegis viðmerkingar til málið.
? Almanna og heilsumálastýrið hava sagt, hvat tey ynskja. Og so má eg bara arbeiða út frá tí, sigur Jákup Mørkøre.
Sum áður
Helena Dam á Neystabø sigur í sínum viðmerkingum, at uppgávan og ábyrgdin hjá nýggju trímannaleiðsluni verður "at skipa fyri einum greiðum uppgávu og ábyrgdarbýti innan allar starvsfólkabólkar, at skipa fyri greiðum samstarvsmannagongdum millum øll starvsøkini, og at skipa fyri einum greiðum og nútímans starvsfólkapolitikki."
Landsstýrismaðurin váttaði, at hesi bygnaðurin, hon nú vil royna á LS er meinlíkur bygnaðinum sum var, tá Høgni Joensen var sjúkra---hússtjóri. Tá var eisini stríð á LS.
? Eg haldi kortini, at stórur partur av hesum stríði eisini skal síggjast í tí ljósi, at LS var fyri almiklum niðurskurði hesi árini. Og tað ávirkar sjálvsagt eisini arbeiðsumhvørvið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Læknar nokta
Sostatt er tað nýggja trístreingjaða leiðslan, ið skal loysa teir makt knútar, ið valda á ymsu deplunum á LS.
Hetta verður kortini ikki gjørt uttan at læknarnir vilja vera við til at seta ein cheflækna á ovastu rók á jøvnum føti við ein røktarfakligan stjóra ? eina sjúkrasystir.
Einstreingjaða loysnin hjá Jákup Mørkøre rendi seg fastan í knallharða mótviljanum frá sjúkrasystrunum. Tær noktaðu at samráðast um lønarkarmar fyri einum røktar leiðara, ið skuldi virka undir einum senturleiðara.
Mangt bendir á, at Serlæknafelagið fer at verkseta eina líka harða mótstøðu móti uppskotinum hjá Helenu.
Jóhan Petur Davidsen sigur, at uppskotið hjá lands-stýrismanninum tekur slettis ikki fatt, har veruligu trupulleikarnir valda.
? Tað er á ymsu deildunum, at trupulleikarnir altíð hava verið. Uppskotið hjá Helenu gevur als onki boð upp á, hvussu hesir trupulleikar skulu loysast, sigur formaðurin í serlæknafelagnum.
? Trupulleikarnir av vantandi leiðslustrukturi, sum hava elvt til alt stríðið á Landssjúkrahúsinum stíðstu 10 árini eru óbroyttir, óviðgjørdir og óloystir við avgerðini hjá Helenu, leggur Jóhan Petur Davidsen aftrat.
? LS hevur bara fingið eitt eyka fyrisitingarlið, sum kostar pening, men ongan týdning hevur.
Fara læknarnir líka sum sjúkrasystrarnar kanska at fara í ólógt verkfall?
? Stemningurin er heilt klárt fyri, at vit fara at koyra eina aktiónsstrategi, sigur Jóhan Petur Davidsen.