Læknamiðstøð
Nú skal annað byggistig av læknamiðstøðini í Gundadali gerast liðugt.
Tað samtykti Tórshavnar Býráð hóskvøldið.
Býráðið samtykti at játta tilsamans 1,49 millión til at gera Læknamiðstøðina lidna fyri og tann peningurin skal brúkast til innbúgv og útgerð.
Sambært kostnaðaryvirlitinum, skulu 600.000 krónur brúkast til innbúgv og aðrar 600.000 til útgerð og tól til læknan
Tær seinastu 290.000 krónurnar, er prís- og lønarhækkingar, sum eru komnar, síðani kostnaðarmetingin varð gjørd.