Læknamiðstøðin í Klaksvík hevur fingið gávu frá Fugloyar kommunu Tá borgarstjórin í Fugloyar kommunu, Zacharias Zachariasen, var á borgarstjórafundi í Klaksvík í síðstu viku, hevði hann eina gávu til læknamiðstøðina við sær.
Gávan var tveir málningar av teimum báðum bygdunum í Fugloy, Kirkju og Hattarvík, sum listarmaðurin Pól Skarðenni hevur málað.
Læknamiðstøðin við Sandin í Klaksvík er fyri alt Norðoya Læknadømi, og eins og hinar kommunurnar hevur Fugloyar kommuna borið sín part av kostnaðinum.