Nýggja stjørnuskotið á landsliðnum fyri frælsan ítrótt, Valborg Heinesen, ger ikki nógvan háva burturúr renniavrikum sínum. Her vera lýsingarorðini ikki brúkt í hástigi, og tað er tí ikki undrunarvert, tá hon greiðir frá, at hon faktiskt hevði ilt við at trúgva, at hon veruliga var úttikin til oyggjaleikirnar á Bermuda.
Eingin formell áheitan
- Eg var ikki vís í, at eg var komin á landsliðið til oyggjaleikirnar, fyrr enn eg las tað á Portalinum. Eg visti, at eg í november hevði klárað kravtíðina, men eg var allíkavæl als ikki vís í at verða úttikin, tí eg havi runnið so lítið í Føroyum, greiðir Valborg frá.
Valborg Heinesen er úr Hoyvík, men seinastu árini hevur hon búð í Szczecin í Pólandi, har hon hevur lisið til lækna. Prógvið verður handað henni 29. juni, og síðani verður øll orkan sett av til at vinna Føroyum heiðursmerki á oyggjaleikunum í juli. Tí Valborg er veruliga úttikin at renna fyri Føroyar á Bermuda.
- Eg hevði væntað, at tá man varð tikin út til landsliðið, so var tað stórt og hátíðarligt. At onkur ringdi og boðaði frá, ella at man fekk eitt formelt bræv. Men eg las tað bara á portalinum, og eg hevði eitt sindur ilt við at trúgva tí. Men eg hugsaði so, at tá tað stóð har, ja, so mátti tað passa, sigur Valborg smílandi.
- Men hóast landsliðsboðini vóru rættiliga óítøkilig, so eri eg ómetaliga glað, og tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg sleppi at umboða Føroyar. Eg kenni meg sera motiveraða at gera mítt allar besta, slær Valborg fast.
Amatørrennarin, sum vann
Hóast hon altíð hevur runnið nógv, so hevur Valborg havt ilt við at sæð seg sjálva sum ein rennara. Nú hon er úttikin til landsliðið, er tann myndin um at broytast.
- Eg havi altíð íðkað nógvan ítrótt, serliga fótbólt og hondbólt, men tá eg einaferð sleit krossbandið, mátti eg gevast við tí. Síðani havi eg bara runnið fyri meg sjálva, uttan at vera í nøkrum felagi og uttan at hava havt nakran venjara. Eg havi bara hugnað mær, greiðir Valborg frá og heldur á, - eg havi runnið, tí mær dámdi tað. Eg havi ikki havt nakað mál, sum so. Lesnaðurin er altíð komin í fyrstu røð, og eg havi runnið tá eg havi havt tíð. Tá tú lesur til lækna, er ikki nógv frítíð, so venjingarnar hava verið rættiliga óstøðugar, viðgongur Valborg.
Men tað gjørdist við tíðini trivielt at renna uttan nakað mál. Í september 2011 setti hon nøsina upp ímóti at gjøgnumføra eitt marathon.
- Eg hugsaði, at eg skuldi bara gjøgnumføra, og tí pressaði eg als ikki meg sjálva. Tíðin var 3 tímar og 37 minuttir, og eg var slett ikki móð, tá eg kom á mál, hóast eg hevði runnið eitt heilt marathon. Tá hugsaði eg: okey - hetta kann eg gera nógv betri, greiðir hon frá. Og so kom kappingarlyndið sníkjandi.
Í oktober 2011 fór hon til sína fyrstu kapping í Polandi, sum var ein 5 km Grand Prix kapping í 10 umførum. Valborg fekk 1. pláss í hennara umfari, umframt at hon vann samlaðu kappingina, tá alt varð gjørt upp eftir tey 10 umførini.
- Eg hevði saknað ítróttargleðina og spenningin við at kappast. Og eg gleddist um at vera ein partur av einum ítróttartiltaki aftur. Har var tað eingin sum spurdi meg, hví eg rann, um tað ikki var óinteressant, og um eg ikki heldur vildi ligið á sofuni, sigur Valborg og flennir.
Men hóast hon fór til fleiri kappingar - og vann - hevði hon framvegis ilt við at bólka seg sjálva saman við hinum. Hon hevði jú hvørki venjara ella nakra ætlan at venja eftir; hon orkaði bara væl og gjørdi annars bara, sum hon helt vera frægast.
Polski landsliðsvenjarin
Hóast venjingin ikki var skipað, so gjørdust tíðirnar støðugt betri. Valborg gjørdist fastur partur av sigursskamlunum í teimum mongu kappingunum, hon luttók í.
- Eg var til eina polska rennikapping í november í fjør, sum ein av venjarunum hjá polska rennilandsliðnum skipaði fyri. Vit komu í prát eftir kappingina, og eg spurdi hann skemtandi, um hann ikki átti onkur góð ráð til ein amatørrennara, sum meg. Nakrar dagar seinni sendi hann mær mail um, at hann fegin vildi átaka sær at venja meg.
Í januar mánaði í ár fóru tey so undir regluligar venjingar.
Polski venjarin man hava sæð góðu renni-evnini hjá Valborg, tí hann átók sær at venja føroysku kvinnuna uttan at krevja nakað afturfyri.
- Eg haldi, at hann ætlar at vita, hvussu langt hann megnar at flyta meg og mínar tíðir. Tað, at hann ger tað púra ókeypis, kann vera ein ábending um, at eg kanska eri eitt spennandi eksperiment hjá honum onkursvegna, heldur Valborg.
- Vit tosa saman einaferð um vikuna, og tá sigi eg honum, hvat eg havi runnið og hvørjar tíðirnar eru. Síðani leggur hann eina ætlan eina viku fram. Hann ger eisini av, hvørjar kappingar eg skal fara til, sum ein part av venjingini.
Venjingin er tillagað soleiðis, at Valborg skal vera í toppvenjing miðskeiðis í juli, tá oyggjaleikirnir vera á Bermuda.
Medalju á oyggjaleikum
Tað er púra nýtt fyri Valborg at venja eftir tí leistinum, sum venjarin nú vil hava hana at venja. Hon hevur aldri áður hugsað um teknikk, útgerð og taktiska venjing.
- Tað er nýtt fyri mær at venja á breyt, at nýta píkaskógvar, at hugsa um teknikkin - ja, bara tað, at venja í intervallum, har eg skifti ímillum høgan og lágan intensitet, er púra nýtt fyri mær, greiðir hon frá.
Men miðvísa venjingin sæst aftur. Valborg hevur tikið seg sera nógv fram seinastu mánaðirnar, og herfyri sló hon føroyska metið í 1/2 marathon, sum Bjørk Herup Olsen átti.
- Við teimum tíðunum, eg havi nú, liggi eg á markinum til medaljupláss, um vit ganga eftir úrslitunum frá seinastu oyggjaleikunum. Tað eru framvegis knappir tveir mánaðir eftir at venja í, so eg vænti, at eg fara at betra meg enn meiri, heldur Valborg.
Hóast hon er í eini tilgongd at fara frá amatøri til veruligan rennara, og hóast hetta í stóran mun er ein nýggjur heimur, sum hon trínir inn í, so smæðist lítillætni rennarin tó ikki burtur, tá málsetningurin skal setast.
- Eg ætli mær medalju í bæði 1/2 marathon og 10.000 metra kappingini. Eingin ivi um tað.