Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen sigur eftir fund við NATO aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, at Danmark skal brúka meira pengar til verjumál.
- Trygdarpolitiska støðan er fløkt, og tað merkir, at vit skulu ikki spara á einum staði fyri at brúka meira aðrastaðni. Vit skulu brúka meira allastaðni, sigur Lars Løkke Rasmussen sambært sjónvarpsrásin TV2.
Hann vísir á, at NATO er og verður ein hornasteinur í donskum trygdarpolitikki, og Danmark skal taka sín part av ábyrgdini í felags trygdarmálum.
- Vit liva í einari tíð, har vit ikki kunnu taka trygdina fyri givið. Tað viðurkennir danska stjórnin, sum hevur ætlarnir um at lyfta verjuna munandi, sigur Løkke.
NATO mælir sínum limalondum til at brúka 2,0 prosent av BTÚ til verjuna í 2024. Í løtuni brúkar Danmark 1,14 prosent av BTÚ til verjumál, og skuldi Danmark økt brúkið upp í tvey prosent, hevði tað sambært Jyllands-Posten kosta danska statskassanum 31 milliardir krónur meira um árið. Danska stjórnin ætlar ikki at økja útreislurnar so nógv.










