Løkke heldur fast um Føroyapolitikkin

Føroyapolitikkurin verður ikki broyttur við einum nýggjum forsætisráðharra. Føroyingar avgera sjálvir sín leiklut í ríkisfelagsskapinum, sigur Lars Løkke Rasmussen Tað verður eingin broyting í Føroyapolitikkinum hjá donsku stjórnini, fyri tað um nýggjur forsætisráðharri hevur tikið við politisku leiðsluni í Danmark.

Tað ger tann nýggi forsætisráðharrin sjálvur greitt í samrøðu við Rás2.

- Stjórnin hevur ein Føroyapolitikk, og tað verður eisini framhaldandi politikkurin hjá stjórnini, sigur Lars Løkke Rasmussen við Rás2.

- Anders Fogh Rasmussen gekk jú greitt inn fyri, at tað er føroyska fólkið sjálvt, sum definerar sín leiklut í ríkisfelagsskapinum. Tað er linjan hjá stjórnini, og tað verður tað eisini við nýggjum forsætisráðharra, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Týsdagin skal Lars Løkke Rasmussen greiða Fólktatinginum frá støðuni í ríkinum, og hósdagin verður orðaskifti um røðuna hjá nýggja forsætisráðharranum.