Løkke fær 600.000 í pensjón um árið

Ekstrablaðið skrivar í dag, at stjórnarlimir og fólkatingspolitikarar verða ikki ávirkaðir av ætlanini hjá stjórnini at avtaka eftirlønina hjá fólki millum 62 og 67 ár. Blaðið nevnir, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í Vinstra, kann taka seg aftur av arbeiðsmarknaðinum sum 62 ára gamal við knappliga 610.000 krónum í pensjón um árið. Tá hann fyllir 67, missir hann okkurt ískoyti, men fær framvegis 568.000 krónur um árið, so leingi hann livir.

Tað sama er galdandi fyri Lene Espersen, uttanríkisráðharra og formann í Konservativa Fólkaflokkinum. Tey hava bæði verið ráðharrar í meiri enn átta ár og fólkatingslimir í meiri enn 16 ár og fáa tí hægstu politikarapensjón.

-Eg vænti, at fólk fara at halda tað vera løgið, at tey varðveita tær sera góðu treytirnar, samstundis sum tey taka møguleikarnar frá øðrum bólkum, sigur Bent Greve, professari, sigur við TV2.