Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, mátti ein túr til Føroya fyri at skilja kritikkin ímóti sær, skrivar Hans Engell í dagsins klummu í Ekstrablaðnum í dag.
»Út fór tann súri, slitni Løkke - og inn kom ein Lars Løkke við yvirskoti, slagkraft og sputtandi av orku og sjálvsáliti.«
Soleiðis skrivar politiski eygleiðarin og fyrrverandi politikarin og blaðstjórin, Hans Engell, í dagsins klummu í Ekstrablaðnum. Hann er sannførdur um, at túrurin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, í Føroyum síðsta vikuskiftið hevur givið honum nýggja megi.
»Hvad var der sket med statsministeren? Det sure og vrisne var væk. Løkke virkede overskudsagtig, slagfærdig, struttende af selvtillid.« Soleiðis skrivar Hans Engell. Hann greiðir síðani frá samrøðuni við forsætisráðharrahjúnini á Rás2 síðsta vikuskiftið, sum hann eyðvitað hevur lurtað eftir, har Lars Løkke Rasmussen greiddi frá, hvussu hann møtti føroysku Sólrun á fyrsta sinni á einum kollegium í Keypmannahavn, og hvussu hann mátti standa leingi og banka á dyrnar, áðrenn Sólrun umsíðir lovaði honum inn - og hvussu hann sum formaður fyri Venstres Ungdom á veg til heimsfestivalin í Norðurkorea í 1989 fekk boðini um, at Sólrun var við barn.
»Hjemme igen kunne man konstatere, at der er sket nogem med Lars Løkke. Sidste uges debatmøte med Helle Thorning-Schmidt og hans tirsdags-pressemøde i Statsministeriet var også præget af overskud, skarp slagfærdighed og synlig lettelse over en rimelig vellykket regeringsrokade, et nyt politisk arbejdsprogram og meningsmålinger, som ganske vist ikke er imponerende, men for en regering, der har siddet snart ti år, heller ikke på nogen måde katastrofale.
Niðurstøðan hjá Hans Engell er, at Lars Løkke Rasmussen hevur lurtað eftir kritikkinum seinastu tíðina, ikki minst eftir túrin á Tenerifa, sum hann fekk nógvar ábreiðslur fyri.
Tað stuttliga fyri okkum her í Føroyum er, at forsætisráðharrin - sambært Hans Engell - mátti ein vikuskiftistúr til Føroya fyri at finna út av tí.