Líkið, sum varð funnið í Skriðudali á Kunoynni leygardagin, er nú flutt til Havnar, har tað skal kannast.
Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at rættarlækni úr Danmark kemur til Føroya at kanna líkið í eini roynd at eyðmerkja tað.
Hann sigur, at í fyrstu atløgu hugsavnar løgreglan seg um at fáa greiði á, um talan kann vera um annan av teimum báðum útlendingunum, sum eru horvnir fyrr í Føroyum fyrr í ár.
Í januar fór ein ferðamaður úr Eysturríki við tyrluni til Fugloyar, men síðani hvarv hann, og varð ikki afturfunnin, hóast leitað varð.
Og síðani í februar hevur løgreglan eisini leitað eftir einum ferðamanni úr Fraklandi, sum tey vita, er komin til Føroya, men síðani veit eingin meiri um hann at siga.
Heri Andreasen sigur, at tey hava størri ábendingar um, at talan kann vera um fransmannin, sum hvarv í februar, enn talan er um eysturríkaran.
Tey hava kannað økið, rundan um, har líkið lá, og hava funnið ymiskt, sum kann benda á tað borðið, at tað er hann.
Men hann væntar, at kanningararbeiðið fer at taka nakrar dagar.
Hann sigur annars, at málið verður kannað sum ein vanlukka, tí, fyribils í hvussu so er, eru ongar ábendingar um, at talan er um eitt brotsverk av nøkrum slag.
Leiðarin á kanningardeildini sigur, at tey eru eisini komin til ta niðurstøðu, at tann deyði er ikki omandottin.
Hann lá væl undir størsta steinum har um vegir, og talan kann vera um, at myrkur er komin á hann, ella mjøki, ella ringt veður, og so er hann farin undir steinin at bíða, ella at kroka, og er so útideyður.
Tað var leygardagin, at ein maður, sum var farin at skjóta haru, gekk seg fram á líkið og boðaði løgregluni frá.
Tað eru einir tveir tímar at ganga úr bygdini í Kunoy í Skriðudal, har líkið varð funnið.