Fyrr í morgun fann løgreglan líkið av eldri kvinnuni, sum var farin til gongu á Støðlafjalli.
Tey avvarðandi eru kunnaði.
Eldri kvinnan, sum er í sjeytiárunum, var farin ein túr niðan á Støðlafjall í gjár. Hon er von at ganga í økinum og hevur gingið mangan túr har.
Tá kvinnan ikki var komin heim aftur móti kvøldið, var leiting sett í gongd. Í alla nátt hava løgreglan, bjargingarlið og tyrlan leitað eftir kvinnuni.
Felagið fyri fjallaklintrarar hevur havt 15 fólk uppi á Støðlafjalli í alla nátt, eins og løgreglan hevur leitað við hundi. Tað klárnarði klokkan 4 í morgun, og tá kom tyrlan við í leitingina.
Í morgun varð so líkið av kvinnuni funnið.