Líkið av Arafat skal gravast uppaftur

Einkjan eftir fyrrverandi palestinska leiðaran Yasser Arafat hevur nú góðkent, at ein rannsóknarstova í Sveis skal sleppa at kanna, um tað geislavirkna evnið polonium er at finna í leivdum hansara. Vísindafólkini hava eisini fingið tilsvarandi loyvi frá teimum palestinsku myndugleikunum, og ætlandi fara tey skjótt til Ramallah á Vestara Áarbakka at gera sínar kanningar.

Tann sveisiska rannsóknarstovan hevur fyrr kannað klæðir og aðrar ognir hjá Arafat, og har komu tey fram á evnið polonium. Sambært einum talsmanni fyri kanningarstovuna á lærda háskúlanum í Lausanne var rættiliga nógv polonium at finna í teimum lutunum, sum blivu kannaðir tá.

Teir, sum beindu fyri russiska fregnartænastumanninum Alexander Lítvinenko í London í 2006, brúktu polonium til at eitra hann við.

Yasser Arafat doyði tann 11. november í 2004 eftir stutta sjúkralegu. Hann bleiv fluttur á eitt sjúkrahús í Fraklandi til viðgerðar, men doyði stutt eftir. Longu tá gingu tíðindi um, at hann var eitraður.