Líkasæla er vandamikil

- Vit í Føroyum kunnu ikki broyta allan heimin, men øll kunnu gera okkurt! Tað byrjar ofta í tí smáa, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International. Hon brennir fyri arbeiðnum fyri grundleggjandi mannarættindum, og hon heldur, at føroyingar eiga at kanna møguleikan fyri at taka ímóti flóttarfólki

Margretha Nónklett hevur eitt arbeiði, sum fyri hana er nógv meira enn bara eitt arbeiði.
Hon hevur síðani 2005 verið samskipari hjá Amnesty International í Føroyum, og har kann hon virka fyri ella ímóti tí, sum hon veruliga vil broyta. Deyðrevsing, píning, neyð, kríggj og brot á mannarættindi eru sentral í arbeiðnum hjá Amnesty, og tað er í hesum umfatandi arbeiði, at Margretha Nónklett hevur ein serligan føroyskan leiklut.
Tað var í tíðini á HF, at hon av fyrstan tíð fekk veruligan áhuga fyri mannarættindum og arbeiðnum hjá Amnesty.
- Eg var serliga upptikin av deyðarevsing, sum er sera órættvís og eigur at verða avskaffað. Hagtølini siga, at tað serliga eru tey, sum eru illa fyri sosialt, sum verða avrættað. Tey ríku kunnu keypa sær góðar advokatar at verja seg, so at tey kanska sleppa undan deyðarevsing. Summi, sum verða avrættað, hava dripið nógv fólk, meðan onnur, sum hava gjørt somu brotsverk, sleppa undan. Vit vita eisini, at tað verða nógv ósek fólk avrættað, sigur Margretha Nónklett.
- Tí er deyðarevsing í stóran mun eitt maktspæl, og hon hevur einki við rættvísi at gera. Deyðarevsing virkar heldur ikki fyribyrjandi, so tað er eingin grund av hava slíka revsing.
Er tað heldur ikki í lagi at avrætta ein mann sum Saddam Hussein?
- Nei, tað var ein stórt mistak. Eftir at Saddam Hussein var farin frá, varð sagt, at nú skuldi veruligt fólkaræði innførast í Irak. Men fólkaræðið byrjaði við eini órættvísari rættargongd ímóti Saddam Hussein, sum síðani varð avrættaður. Har var ein góður møguleiki at byrja rætt, men tann møguleikin var spiltur.

Taka ímóti flóttarfólki
Margretha Nónklett heldur, at føroyingar eiga at kenna serliga ábyrgd á sær sjálvum fyri at virka ímóti neyð og brotum á mannrættindini úti í heimi.
- Her í Føroyum hava vit ikki tey álvarsomu brotini á mannrættindini ella kríggj og neyð, sum vit kenna úr útheiminum, so í útgangspunktinum hava vit tað gott í Føroyum. Vit eru í eini hepnari støðu,og júst tí skulu vit vísa ábyrgd í altjóða samanhangi, sigur hon.
- Líkasæla er tað ringasta sum er, tí júst líkasæla hevur ofta við sær, at ræðulig brot á mannarættindini kunnu fara fram. Tað er kanska lættast at verða líkasælur, og øll kunnu verða líkasæl við hvørt, men vit mugu rakna viðaftur.
- Vit í Føroyum kunnu ikki broyta allan heimin, men øll kunnu gera okkurt. Tað byrjar ofta í tí smáa. Tað ber til at byrja við at hjálpa grannanum, sum kanska er fyri órætti, ella onkrari kvinnu í bygdini, sum er fyri harðskapi. Og tað ber til dømis eisini til at lata pengar til arbeiði ímóti eitt nú píning.
Margretha Nónklett heldur, at føroyingar eisini áttu at umhugsa møguleikan at taka ímóti flóttarfólki.
- Tað koma eingi flóttarfólk til Føroya, men her kundu vit kanska tikið meira ábyrgd. Møguliga riggar tað illa hjá flóttarfólki at koma til eitt lítið samfelag sum tað føroyska, tí tað kann verða trupult at finna sítt pláss í samfelagnum, men vit áttu at kanna, um tað ber til hjá okkum at fáa flóttarfólk hendan vegin.
- Í løtuni tykist tað, sum alt fleiri lond siga nei til at taka ímóti flóttarfólki, men vit hava ríkiligt av plássi og kundu møguliga hjálpt við hesum trupulleika, sigur Margretha Nónklett.

Tolsemi
Í kjakinum um eitt nú rættindini hjá teimum samkyndu og í øðrum førum hevur verið tosað um, at tolsemið í føroyska samfelagnum er ikki nóg stórt, og her er samskiparin hjá Amnesty samd.
- Tolsemið hevur tað ikki gott í Føroyum. Tað hava vit fingið nógv dømi um seinastu tíðina – eisini av røðarapallinum í løgtinginum. Allar meiningar eru sjálvandi vælkomnar í kjakinum, men tað eigur at verða eitt minstamark fyri, hvat fólk alment kunnu siga um onnur fólk til dømis í kjakinum um tey samkyndu.
- Átrúnaður eigur ikki at verða nøkur forðing fyri tolsemi, og vit eiga øll at viðurkenna nøkur grundleggjandi mannarættindi. Kanska snýr tað seg um vantandi upplýsing og ein ótta fyri tí fremmanda. Í altjóðagerðini er tað møguliga lættast hjá summum fólkum at halda fast í sínum egnu fordómum og útihýsa øllum øðrum. Men mann heldur so nógv í dag, men veit betur í morgin – tað vísir søgan, sigur Margretha Nónklett.
Hon heldur, at eisini føroyingar eiga at kunna semjast um, at øll fólk hava nøkur grundleggjandi rættindi. Fólk skulu ikki verða fyri mismuni orsaka av húðaliti, átrúnaði ella kynsligum samleika.
- Vit mugu ikki grava skotgravir, tá ið vit kjakast. Heldur eiga vit at finna semjur um tey mest grundleggjandi rættindini hjá fólki. Vit skulu hyggja frameftir og finna loysnir heldur enn at stríðast ímóti hvørjum øðrum, sigur Margretha Nónklett.


***




Fakta
Navn: Margretha Nónklett
Aldur: 32 ár
Bústaður: Runavík
Familja. Býr saman við Petur Lamhauge. Tey eiga tvey børn
Útbúgving: Etnologur frá Københavns Universitet
Starv: Samskipari hjá Amnesty International Føroya Deild 


***


Margretha um Merkið
Eg síggi Merkið sum ein part av tjóðskapartilgongdini í Føroyum, og Merkið kann brúkast til nógv gott. Men vit eiga at verða tilvitað um, hvørji virði vit leggja í okkara flagg, tí aðrastaðni síggja vit, at fløgg verða brúkt til at útihýsa fólki heldur enn at savna fólk.




Margretha um veðrið
Veðrið í Føroyum er nú einaferð soleiðis, sum tað er. Serliga hesir mánaðirnir eftir jól kunnu verða strævnir at koma ígjøgnum, og ein avgjørd fortreyt fyri, at eg kann búgva í Føroyum er, at eg ferðist nógv uttanlands.



Margretha um tónleik
Eg spæli einki ljóðføri sjálv, men mær dámar sera væl tónleik. Eg lurti nógv eftir tónleiki og eri javna á konsertum. Føroyska tónleikalívið hevur ment seg sera nógv, og tað er eisini spennandi við teimum nýggju festivalunum. Sjálv eri eg G-fjeppari.



Margretha um fartelefonir
Tað ber ikki til at liva uttan fartelefon longur, men eg brúki mína við máta. Telefonin hjá mær er ofta ljóðleys, tí eg orki ikki fyri, tá ið fartelefonir ringja í biografi, til konsertir ella á líknadi støðum. Summi fólk tosa allastaðni – eisini til tiltøk - og tað haldi eg er vantandi virðing fyri øðrum fólkum.