»Í líka máta« er »óføroyskt« - eisini »spísiskeið« og »rísingrýn«!

Helt, at »tey« vóru í dvala hesa ársins tíð, men skjótt beit á.

Í LÍKA MÁTA: »Í« er føroyskt, »líka« er føroyskt og »máta« er føroyskt. Hasi trý orðini saman eru óføroysk. Tey geva heldur onga meining. Skuldu vit kanska bent »líka« og sagt »í líkan máta«? ella kanska »(upp) á sama máta«?
Færri og færri føroyingar siga »í líka máta«. Fleiri og fleiri siga m.a. »somuleiðis«, sum bæði er føroyskt og íslendskt.
Ja, helst er tað í lagi, um orðið er komið úr íslendskum, tí føroyskt og íslendskt líkjast jú so nógv. Føroyskt er annars eitt lítið sindur eldri enn íslendskt, so kanska er orðið farið úr føroyskum til íslendskt!?
MANN MÁ AKSEPTERA DANISMUR: Soleiðis skrivar danismufjeppari. Nóg ringt er í dag, men málsligi vavgreyturin hevði verið nógv, nógv verri, um øll høvdu góðtikið danismurnar hesi seinastu stórthundrað árini!
TOSA FØROYINGAR FØROYSKT?: Brævskrivarin spyr, um tað, sum føroyingar siga, ikki er føroyskt. SVAR: Nógv, sum føroyingar siga, er avgjørt ikki føroyskt, men danskt!
SPÍSISKEIÐ: Spísiskeið er danskt. Tað eitur súpiskeið á føroyskum (stytt súsk., ikki spsk.). Vit súpa á føroyskum, vit eta ikki suppu, sum fleiri nú eru farin at siga.
RÍSINGRÝN: Hatta er eisini danskt. Tað eitur stutt og greitt rísgrýn á føroyskum ( rís er hvørkikynsorð, sum ikki kann hava –in skoytt uppí).
RÍSIN: Rísin merkir m.a. illur og óslættur.
E.S.: Ein kvøða til Páll og Tobba í Tjóðveldi. Takk fyri, at tit verja borg í málstríðnum!
Á Borg á Argjum gamla trettanda 2010
Við reinførismálkvøðu