Løgtingsmaður vil fegin fara niður í løn

LØNARLÆKKING Eg havi onki ímóti at fara niður í løn sigur løgtingsmaður, tí tað hevði víst fólki, at vit eru sinnaðir at ganga á odda

- Vit, sum eru uppi í politikki, eiga at ganga á odda, sum góðar fyrimyndir. Tí havi eg als onki ímóti, at lønirnar hjá okkum verða lækkaðar, áðrenn vit áleggja øðrum størri byrðar.
Tað staðfestir formaðurin fyri Sjálvstýrisflokkin, Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at tá ið ferð kemur á tingarbeiðið aftur í heyst, er tað als ikki óhugsandi, at Sjálvstýrisflokkurin fer at leggja uppskot fram um at lønin hjá politikarum skal lækka 5% ella enntá 10% um tað skal vera.
- Eg havi onki ímóti, at vit fylgja í fótasporunum á politikarum í summum av okkara grannalondum, sum hava lækkað sína egnu løn fyri at ganga undan sum góðar fyrimyndir í hesum krepputíðum.

Ganga á odda
Um eitt slíkt uppskot vinnur frama, veit hann ikki, fyrrenn hann hevur kannað tað.
Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at politikarar byrja við sær sjálvum, áðrenn teir áleggja borgarunum so stórar byrðar, sum talan verður um í kjalarvørrinum í hesi kreppuni.
- Eg eri fullgreiðir yvir, at hetta eru bara piparnøtur, men tað hevur eitt signalvirði sum vísir, at politikarar eru sinnaðir at ganga á odda í teimum inntrivum, sum skulu gerast.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum heldur nevniliga, at tað hevur stóran týdning at skapa álit ímillum politikarar og borgarar og at skapa forstáilsi ímillum fólk fyri at tað er neyðugt við inntrivum.
- Men sum støðan er nú, hevur vanliga fólkið onki forstáilsi fyri teimum inntrivum, sum verða gjørd. Fólkið hevur heldur ikki álit á politisku skipanina, og tað verður okkara fremsta uppgáva at byggja tað uppaftur, heldur hann.
Hann vísir á, at ein týðandi partur av røðuni, sum Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag helt á altjóða arbeiðaradegnum, snúði seg júst um hvussu óvilligir politikarar eru at ganga undan at vísa ein góðan vilja til sparing, samstundis sum teir leggja stórar byrðar á onnur, eisini tey, sum hava minst frammanundan.
Hann sigur, at hetta er eitt gott dømi um, hvussu stóran týdning tað hevur, at politikararnir ganga á odda, hóast talan er um piparnøtir.
Les eisini greinina: Upp á tíðina, at teir fara niður í løn