Løgtingsmaður ilnast á stongda rannsóknarstovu

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni fyri Nýtt Sjálvstýri, at rannsóknarstovurnar í Gøtu og Runavík hava stongt í summarferiuni.


Á Facebook tekur hann í dag til orðanna og spyr, um tað ber til at siga, at man hevur javnbjóðis heilsutænastu í Føroyum.


Orsøkin er, at rannsóknarstovurnar í Eysturoynni eru stongdar í juli og august, og í staðin verða fólk biðin um at venda sær til rannsóknarstovuna í Klaksvíkar sjúkrahúsi.


- Í morgun komu eldri fólk í Runavík, við ávísing frá lækna um blóðkanning, á stongdar dyr. Seinni kom eitt skelti upp sum vísir, at Laboratoriið er stongt allan juli og august.


Løgtingsmaðurin er ikki í iva um, at slík boð høvdu skapt rok aðrastaðni í Føroyum.


- Um slíkt hendi í Norðoyggjum, vórðu høvuðstíðindini á Portalum og loftmiðlum uttan iva merkt av hesum. Eitt minstamark má vera fyri heilsutænastu í Eysturoy. Spurningurin er dagsaktuellur, nú støða skal takast til seinasta álitið um Sjúkrahúsverk Føroya, skrivar tingmaðurin.


Tingmaðurin upplýsir eisini, at hann ætlar sær at spyrja landsstýriskvinnuna á økinum um hennara hugsan, og um hvussu nógv verður spart við at steingja rannsóknarstovurnar.