Eg fari at royna at geva mítt íkast til tað, sum snýr seg um at seta eina løgtinglóg í gildi um at lógarfesta rættin hjá tveimum samkyndum at verða skrásettir/ar sum par, so at samogn, arvarættur og annað líknandi kemur í betri legu, enn tað er í dag. ? Lógaruppskot um hetta verður neyvan lagt fyri Løgtingið fyrrenn samráðingarnar eru lidnar um at sivilrættarlógarmál verða yvirtikin frá Fólkatinginum til Føroya Løgting. So tað er gott, at almenna orðaskifti kemur longu nú.
Argumentini ímóti
Høvuðsargumentið, eftir hvat eg havi sæð, ímóti slíkari lóg um skrásett parlag, hevur verið, at tað sigst at vera synd ífylgi Bíbliuni, at tvær kvinnur ella tveir menn liggja saman í song.
Hugtakið »synd« kann lýsast við orðunum : »alt tað sum er skeivt at gera«.
Vit, sum rokna okkum at vera kristin, eru samd um, at Tey tíggju boðini eiga vit at halda. Eisini eru vit, sum eru limir í Fólkakirkjuni, samd um Trúarjáttanina. Næstakærleiksboðið, eru øll kristin eisini samd um, men ymiskt er, hvussu fólk meina, at tað skal praktiserast.
Tá tað kemur til Móselógina og allar tær nógvu reglur, sum har standa, so eru jú, ymsu trúarbólkarnir ikki heilt samdir: Skulu vit halda okkum frá at eta blóðpylsu? Skulu vit halda okkum frá at eta svínakjøt? Er tað synd at ganga nakin í hitarúminum í svimjihylinum og lata seg úr svimjibuksunum, tá ið vit fara undir brúsuna har? Er tað synd at eta súlu? Og soleðis kundu vit hildið áfram
Eg haldi ikki, tað er vert, at Løgtingsformaðurin fer at lesa upp allar Mósebøkurnar og brøvini, sum Paulus ápostul sendi til ymisku bygdaløgini í Lítlaasiu, Róm o.s.fr. fyri at leggja upp til orðaskifti á Tingi um, hvørjar løgtingslógir skulu smíðast fyri at Føroyar skal kunna kallast eitt kristiligt land.
Tað verður ov drúgført her at koma inn á hvørjar umstøðurnar og orsøkirnar vóru til, at Paulus skrivaði, tað hann gjørdi.
Málsetningur Føroya Løgtings
Løgtingslimir eru valdir inn á Ting fyri at smíða og samtykkja løgtingslógir, tí við lóg skal land byggjast. Endamálið við lógarsmíði er at skapa karmar um eitt gott samfelag, har menniskju kunnu trívast og liva uttan at skaða hvørt annað.
Eg taki undir við niðurstøðuni hjá Hera Joensen, har hann í blaðnum fríggjadagin 4. oktober skrivar, at »Føroyskir lóggevarar og landstýrismenn hava SKYLDU til at verja rættindi hjá minnilutum ?« og at »Føroyskir lóggevarar hava RÆTT til at lóggeva eftir síni sannføring?«
Lóg um skrásett parlag
Ein lóg um skrásett parlag skal viðgera rættin hjá samkyndum pørum til ogn, arv o.s.fr.sum líkist tí, sum er siðvenja fyri tey pør, sum ganga undir heitinum hjún (ella hinkynd pør). Lógin skal neyvan seta reglur fyri, um teir báðir menninir, sum ganga saman í parlag, skulu hava hvør sítt kamar í teirra býli, heldur ikki um teir kunnu liggja í dupultsong ella um teir hava loyvi til at nema við hvønn annan ella ikki.
Nei, lógin eigur bara, so einfalt sum gjørligt, tryggja rættindi so sum arva og ognarrætt hjá tveimum, sum búgva og liva saman og ikki blanda sovorðið sum ættleiðing uppí, heldur ikki nakað um vígslu í kirkju.
Hvønn skaðar tað at tveir menn sleppa at ganga saman í skrásett paralag?
Eg dugi ikki at síggja, at tað kann skaða nakran føroying, at ein lóg um skrásett paralag verður samtykt av Føroya Løgtingi. Hinvegin kann tað skapa gleði og sálarfrið hjá okkum samkyndu, at tingmenn og -kvinnur vísa eitt vet av virðing fyri okkum sum minniluta. Vit viðganga, at vit ikki eru sum fólk flest og vita, at tað at vera samkyndur er viðføtt. Tað er í holdið borið. Vit halda okkum eisini hava rætt at fáa rímiligar umstøður í rættarsamfelagnum Føroyar.
Minnilutar
Á okkara døgum verður eitt demokratiskt rættarsamfelag mett eftir, hvussu kor, umstøður og rættindi hjá minnilutum eru; og hvussu minnilutar verða virdir og viðfarnir.