Løgtingsformaðurin gevst í kommunupolitikki

Páll á Reynatúgvu stillar ikki uppaftur á kommunuvalinum

- Í veruleikanum varð avgerðin tikin fyri góðum ári síðani, tá eg gjørdist løgtingsformaður og fór í farloyvi úr kommunustýrissessinum á Sandi. Haldi tað ikki vera rætt at vera annað enn løgtingsformaður, so leingi eg røki tað starvið fólksins vegna.

Hetta sigur Páll á Reynatúgvu í morgun. Hann stillar ikki uppaftur á kommunuvalinum í november.

- Eg havi síðani barnsbein kent stóra ábyrgd fyri og havt stóran tokka til heimbygdina. Tí valdu Kristina og eg ganga ímóti rákinum og búseta okkum á Sandi, fyri at menna bygdina vit vóru góð við.

Góð fólk skipaðu ein avbjóðandi lista, Lista C, sum beinanvegin fekk meiriluta í kommunustýrinum. Eg fekk undirtøku og heiðurin at gerast borgarstjóri, fyrsta dagin í kommunupolitikki, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann fegnast um ymiskt, sum hann hevur verið við til at fingið ígjøgnum, men hann er ikki glaður um stríðið, sum hann hevur havt við núverandi borgarstjóran Brand Sandoy, sum hann helt stakk seg og listan í bakið.

- Kortini fari eg glaður og errin úr kommunustýrissessinum á Sandi. Eg veit at mín lutur ikki liggur eftir, ikki minst tykkum at takka, sum hava stuðlað og hjálpt hesi sekstan árini, sigur Páll á Reynatúgvu.