Arbeiðssteðgur og samferðsla
Nú skulu skipini hjá Strandferðsluni í sigling aftur, hóast arbeiðssteðgur er.
Tað skal løgtingið nú syrgja fyri við lóg.
Løgtingið er kallað saman í morgun klokkan 10 og tá fer tað at viðgerða eitt uppskot frá landsstýrinum um at longja tann partin av sáttmálanum ímillum Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið, sum hevur við manningarnar hjá Strandferðsluni at gera.
Landsstýrið segði í tíðindaskrivi í gjár, at nú arbeiðssteðgur er, og stóru strandfaraskipini liggja, er høvuðsæðrin til partar av útjaðaranum kvett.
Borgarar og vinna, sum hava sjóvegin sum einastu farleið, hava í løtuni onki nýtiligt og trygt flutningssamband við meginøkið og eru sostatt - enn einaferð - avskorin frá restini av landinum.
Landsstýrið vísir á, at næstan hvørja ferð, arbeiðssteðgur er, rakar tað farleiðirnar til Suðuroynna, Sandoynna og Norðoyggjar. Arbeiðssteðgurin orsakað av ósemjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið hevur aftur kvett regluliga sambandið til áðurnevndu øki. Hetta hevur svárar avleiðingar fyrst og fremst fyri fólkið, men eisini fyri vinnuna í hesum økjum.
Fólk, sum mugu ferðast, verða noydd at fara við smábátum um hesar vandamiklu firðir. Hetta er alt annað enn trygt hesa ársins tíð, mangan í myrkri og óveðri.
Landsstýrið heldur tað tí vera alneyðugt at tryggja, at hesin partur av útjaðaranum ikki í órímiligan mun, verður darvaður av arbeiðssteðginum.
Tí fer landsstýrið at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at endurnýggja sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið fyri tey, sum sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Hetta verður gjørtfyri at fáa skipini aftur í sigling, so skjótt sum til ber.
Gunnleivur Dalsgarð, formaður Starvsmannafelagsins, hevði onga viðmerking til málið, áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum í gjár, ætlar landsstýrið annars í næstum at taka stig til at finna eina varandi loysn, so strandfaraskipini ikki verða løgd, hvørja ferð arbeiðssteðgur er.