Hóast dymbildagavika er, so verða játtanarkarmarnir fyri næstu fimm árini lagdir fram týsdagin. Men áðrenn Jørgen Niclasen kann bjóða til tíðindafund um stóru, fíggjarligu linjurnar hjá landsstýrinum fyri næstu fimm árini, skal uppskotið um játtanarkarmar leggjast fyri tingið.
Tí hevur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, sett tingfund á skrá týsdagin klokkan 09:30. Talan verður tó neyvan um tann drúgva fundin, væntandi ein minutt ella so. Tí einasta punkt á skránni er uppskotið til samtyktar um játtanarkarmar.
Játtanarkarmarnir skulu leggjast fram áðrenn 1. apríl. Uppskotið varð borið úr Fíggjarmálaráðnum á Løgtingsskrivstovuna fríggjakvøldið.
Eftir at uppskotið er lagt fram í løgtinginum heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tíðindafund. Og eftir páskir fer løgtingið so undir at viðgera játtanarkarmarnar.