SAMKYND
- Tað var eitt einmælt løgting, sum samtykti mannarættindasáttmálan, og tí er tað púra rætt sum Halgir Winther Poulsen skrivaði í Sosialinum leygardagin, at tingfólk kunnu ikki annnað enn atkvøða fyri broytingini í revsilógini, sum nú er frammi í sambandi við rættindini hjá teimum samkyndu, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Halgir Winther Poulsen, advokatur, segði í grein í Sosialinum leygardagin, at europeiski mannarættindasáttmálin eftir einmæltari løgtinssamtykt er settur í gildi í Føroyum sum partur av føroyskari lóggávu. Harvið eru eisini dómarnir hjá mannarættindadómstólinum bindandi fyri føroyska lóggávu og umsiting, sigur Halgir Winther Poulsen.
Hann sigur víðari, at dómstólurin dømir, at samkynd eru vard av grein 8 og í grein 14 í mannarættindasáttmálanum. Tað er sostatt í stríð við sáttmálan at gera mannamun móti samkyndum og Føroyar, ella heldur Danmark sum sáttmálapartur, kunnu tí rokna við at verða dømd fyri sáttmálabrot, um tílíkur mannamunur framhaldandi verður gjørdur í Føroyum, sigur Halgir Winther Poulsen.
Niðurstøðan hjá Halgir Winther Poulsen er, hetta eigur at geva okkara lóggevarum nakað at hugsa um, nú teir á ørðum sinni skulu undir at viðgera samkynd og teirra rættarstøðu í føroyska samfelagum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður er sera fegin um hesa útleggingina hjá Halgir Winther Poulsen.
- Um hatta kann gera, at nøkur tingfólk skifta støðu í málinum og atkvøða fyri, so hevur greinin gjørt stórt gagn, sigur hann.
Løgmaður vísir á, at tað eru nøkur tingfólk sum eru fyri og onnur sum eru ímóti. Men nøkur av teimum, sum eru ímóti, eru ímóti vegna sína kristnu trúgv og tulking av bíbliuni.
Løgmaður væntar ikki, at hesi skifta hugsan av greinini hjá Halgir Winther Poulsen, men hann væntar at nøkur av teimum, sum vóru ivandi, nú hava nú fingið góðar grundgevingar til tess at skifta hugsa og atkvøða fyri.
Høgni Hoydal sigur, at greinin hjá Halgir Winther Poulsen er sera væl grundað. Hann vísir á, at føroysk lóggáva í alt ov lítlan mun byggir á altjóða bindingar. Hann ivast eisini í, um tað verður øðrvísi hesaferð.
- Viðgerðin í rættarnevndini seinast vísti týðuliga, at altjóða perspektiv als ikki vórðu tikin við í viðgerðina. Men um rættarnevndin hesaferð tekur altjóða atlit og sakligar grundgevingar við, so verður kanska ein broyting, heldur Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins.