Heili 10 mál eru á dagsskránni hjá Løgtinginum í dag, men ætlanin er eisini at uppskotið hjá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um nýggja fiskivinnuskipan verður lagt frami dag.
Tingfomraðurin, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, hevur avgjørt, at nýggjur tingfundur ikki er aftur fyrr enn mánadagin. Hann sigur, at fyri tað fyrsta er Kristi Himmalferðardagur í vikuni og so kunnu tingfólk eisini brúka tíðina at lesa uppskotini um nýggja fiskivinnuskipan, sum eru løgd fram.
Tað er ikki vanligt, at tingið arbeiðir inn í juni, men soleiðis verður tað í ár.
Nýggj tingseta byrjar á ólavsøku og tey mál, sum ikki eru avgreidd áðrenn nýggja tingsetan byrjar, fella burtur.