Løgtingið fangað sethúsaeigarar í felluni

Líka mikið, hvussu sethúsaeigarar venda og snarað sær, eru teir fangaðir í eini fellu. Teir kunnu velja ímillum at fáa eina eyka rokning, teir kunnu velja at sleppa undan rokningini, men so minka húsini í virði, ella teir kunnu sleppa undan øllum rokningum, men so verður tryggingin nógv dýrari

Øll, sum eiga sethús, eru komin í knípu!

Tað var Løgtingið, sum setti allar sethúsaeigarar í knípu, tá ið mvg lógin varð broytt í fjør, so at mvg nú eisini skal betalast av arbeiðslønum, tá ið hús verða bygt ella umvæld.

Fyrr var onki mvg av arbeiðslønum, men síðsta summar varð lógin broytt so at nú skal mvg eisini rindast av arbeiðsløn, tá ið hús verða bygt ella umvæld.

Men so kann ein húsaeigari so søkja um at fáa mvg afturgoldið úr landskassanum. Tað merkir, at tá ið eini sethús verða bygd, ella umvæld, kann húsaeigarin søkja um at fáa mvg afturgoldið.

Men hvørt matrikkulnummar hevur fingið eina mvg kvotu upp á 150.000 krónur.

Hetta svarar til eina samla arbeiðsløn upp á 600.000 krónur.

Og kvotan fylgir ikki eigaranum, men matrikulnummarinum. Tað merkir, at kvotan verður ikki nullstillað, tá ið hús verða seld.

Tá ið talan er um nýbygging, verður sostatt neyðugt at brúka tað mesta av kvotuni beinanvegin og tað merkir, at sethúsaeigarin kann vænta at verða noyddur at

Men hvørja ferð, sethúsaeigarin fær mvg afturgoldið, verður tað eisini drigið av kvotuni og tá ið 150.000 eru endurgoldnar til eitt matrikkulnummar, verður lokið smekkað aftur.


Sethús minka í virði

Hetta avmarkar møguleikarnar at umvæla sethús og tey bæði tryggingarfeløgini meta, at hetta fær sethús at minkað í virðið, alt eftir, hvussu nógv er eftir av mvg kvotuni, tá ið tey kanska einaferð skulu seljast.

Men serliga hevur hetta verið tvørligt í sambandi við tryggingarskaðar.

Tryggingin fær ikki mvg av arbeiðsløn endurgoldið, tí Taks sigur, at tað er bara tann einstaki húsaeigarin, sum kann fáa endurgjald.

Sostatt noyðist tryggingin at betala mvg. Men tað vil hon ikki, tí hon sigur, at tað er ikki tryggingin, sum umvælir húsini, men tann einstaki tryggingartakarin, sum tískil hevur rætt at fáa mvg av arbeiðslønini afturgoldið. Tá ið tryggingin hevur fingið rokningar fyri umvælingar, har mvg fyri arbeiðsløn stendur á, fáa handverkararnir rokningina aftur í høvdið við kravi um, at skriva nýggja rokning, har mvg av arbeiðsløn ikki er við.

Sostatt má handverkarin til húsaeigaran við mvg rokningini, men tað fellur ikki í góða jørð, tí teir siga sum oftast, at teir betala trygging fyri at fáa ein skaða endurgoldnan fult og heilt og tí vilja teir ikki betala mvg.

Eftir stendur so handverkarin við eini mvg rokning, sum hann ikki veit, hvagar hann skal senda og fyribils hevur hetta rætt og slætt fingið fleiri handverkarar beinleiðis at nokta at gera tryggingarskaðar, tí teir tíma ikki alt roksið við mvg rokningini.

Málið er nú á veg ígjøgnum rættarskipanina, men tað kann taka fleiri ár at fáa eitt endaligt úrslit.

Hinvegin staðfestir tryggingin, at verður endaliga støðan tann, at hon skal gjalda mvg, verða umvælingarnar nógv dýrari og tí verða tær noyddar at hækka tryggingargjaldið munandi.


Kunnu sleppa undan

Men tað er ein máti at sleppa undan fløkjuni við mvg rokningina av arbeiðslønum, tá ið tryggingarskaðar skulu umvælast.

Tað kann gerast við eini avtalu millum tryggingina og tryggingartakaran um, at tað er tryggingartakarin, sum biður handverkaran umvæla skaðan og standa fyri rokningini.

Tá ið tryggingartakarin fær rokningina, kann hann senda Taks umsókn um at fáa mvg av arbeiðslønini afturgoldið.

Restina rokningini verður so send tryggingini.

Men avleiðingin av hesum er, at mvg kvotan minkar og tað fer at koma tryggingartakaranum, aftur um brekkur seinni. Og verða húsini seld, kemur tað næsta eigaranum aftur um brekkur, tí hann fær minni mvg kvotu og sostatt eisini verri umstøður at umvæla húsini.......