Persónsskatturin skal lækka, so at tað loysir seg betur at arbeiða. Tað er høvuðsboðskapurin í skattafrágreiðingini, sum landsstýrisins skattanevnd handaði Kristinu Háfoss fyrrapartin týsdagin.
Kristina Háfoss setti eina skattanevnd til at endurskoða alla føroysku skattaskipanina.
- Hetta er fyrstu ferð í 34 ár, at ein slík endurskoðan verður framd, so tað er upp á tíðina, segði landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Skattanevndin er komin til ta niðurstøðu, at skattatrýstið í Føroyum ikki er verri enn í hinum norðurlondunum. Einans Noreg og Ísland hava eitt lægri skattatrýst, mált í prosentum av bruttotjóðarúrtøku.
Men, sigur skattanevndin, persónligi inntøkuskatturin, sum svarar til 56 % av øllum skatta- og avgjaldsinntøkum landsins, er nógv hægri í Føroyum enn miðal fyri bæði hini norðurlondini og OECD.
Tí mælir skattanevndin til at lækka persónsskattin, so at Føroyar á hesum øki verða meiri kappingarførar við grannalond okkara um arbeiðsmegi.
Men skal ein inntøkukelda landsins lækka, mugu aðrar hækka. Her mælir skattanevndin millum annað til at seta í verk ein fastognarskatt, hækka avgjaldið á brennievni og olju, og at áleggja øllum borgarum bæði ein borgaraskatt og ein húsatænastuskatt. Harumframt má alivinnan eisini fyrireika seg til at skula gjalda meiri enn hon ger í dag.
Samlaði skattapakkin skal tó í síðsta enda føra til, at vit øll fáa ein munandi skattalætta, vil nevndin vera við. Eitt par, har bæði eru láglønt, eiga hús og bil, fer at hava 14.600 krónur meiri eftir tilsamans um árið, meðan ein stakur arbeiðsmaður við íbúð og bili, fer at hava 7.500 krónur meiri eftir um árið.










