Vikuskiftið aftan á ólavsøku fer løgreglan at halda eitt serliga vakið eyga við, at forboðið ímóti at sigla við vatnskutara, og báti, verður hildið.
Í hesum sambadi vísir løgreglan á, at frá 15. apríl til 31. August er tað ikki loyvt at sigla nærri enn 500 metrar úr landi við vatnskutara í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi.
Og summa staðni rundan um um hesar somu oyggjarnar, er tað heldur ikki loyvt, at sigla skjótari enn átta míl um tíman við vanligum báti, ella skjóttgangandi báti, tá ið báturin er minni enn 500 metrar úr landi.
Tað er tí at Nólsoy, Skúvoy og Mykines eru fevndar at ramsar sáttmálanum, sum er ein altjóða sáttmáli, Føroyar hava bundið seg til at halda. Endamálið við sáttmálanum er at seta serlig tiltøk í verk fyri at verja náttúru, sum er serliga viðbrekin.
Næsta vikuskiftið, tað er vikuskiftið eftir ólavsøku, er bæði ovastevna í Nólsoy og regattasigling av Eiði til Hósvíkar.
Løgreglan ger vart við, at í sambandi við hesi tiltøkini fer politibáturin, Óðin, at vera til staðar.
Og ein av uppgávunum hjá manningini á Óðin verður at ansa eftir, at forboðið fyri at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landið í Nólsoy, Mykines og Skúgvoy, verður hildið. Og samstundis skal manningin eisini ansa eftir, at fyri at sigla skjótari enn átta míl um tíman nærri enn 500 metrar á ávísum støðum rundan um Nólsoy, Mykines og Skúgvoy, somuleiðis verður hildið.