Løgreglan tók bæði byrsu og fugl

Ein maður varð meldaður fyri at skjóta skarv í gjár, men tað er ikki loyvt

 

Í gjár varð ein maður meldaður fyri at vera farin í bát at skjóta skarv.

Men í gjár var sunnudagur, og eftir veiðilógini er tað hvørki loyvi til at skjóta fugl, ella at skjóta yvirhøvur, sunnudagar og halgidagar.

Hetta var í Eysturoy og løgreglan sigur, at tey fingu fatur á manninum, sum var farin við byrsu og tá vísti tað seg, at hann hevði heldur ikki vápnaloyvi, sum er eitt krav í dag fyri at brúka byrsu.

Sostatt varð hald lagt á bysuna, og hald varð eisini lagt á fongin, sum var einar tríggjar skarvar.