Samferðsla
Løgreglan í havn er ikki fegin fyri, at nýggja Norrøna og nýggi Smyril skulu leggja at í Havn.
Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur á løgreglustøðini í Havn, sigur, at løgreglan stúrir rættiliga fyri, hvussu tað fer at ganga at skipa ferðsluna, tá ið nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið koma.
Seinastu dagarnar hava nøkur sett spurning við arbeiðið at byggja Tórshavnar Havn út við tí endamáli at nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið skulu hava atløgupláss á Bursatanga.
Serliga stúra tey fyri, at tað fer at verða ruðuleiki í ferðsluni í Havn, tá ið bæði skipini koma og fara, fullfermd við bilum, tí tað er longu sum er, rættiliga hart trýst í vegirnar.
Millum tey, sum hava funnist at ætlanini, eru Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni. Hann hevur í Sosialinum víst á, at bæði Strandferðslan og Smyril Line hava heitt á Tórshavnar Býráð um at finna skipununum báðum annað atløgupláss. Og nú hevur eisini býráðslimurin fyri tjóðveldisflokkin, Hildur Eyðunsdóttir, mælt til at málið verður lagt fyri Býráðið, tí enn hevur tað ongantíð verið til viðgerðar og tað tekur floksfelagi hennara, Jógvan Arge, undir við.
Stúra fyri ruðurleika
Men tað er Løgreglan, sum hevur eina stóra ábyrgd av, at ferðslan gongur, sum hon skal og vit hava spurt Jón, Klein Olsen, um løgreglan hevur gjørt sær tankar um hesi viðurskifti.
?Sjálvandi hava vit tað, tí vit eru rættiliga nógv við í royndunum at leggja ferðsluna so væl til rættis sum gjørligt, eftir at bæði skipini eru komin í sigling.
Men hann viðgongur samstundis, at løgreglan stúrir rættiliga fyri, hvussu tað fer at ganga at skipa ferðsluna, tá ið bæði skipini koma og fara.
?Løgreglan hevur ikki dult, at vit stúra fyri gongdini. Tað er ikki okkara borð at mæla býráðnum til, hvat tað skal gera ella ikki, men eg havi nevnt fyri teimum, at eg skilji ikki, at tey ikki hava funnið eina aðra loysn, tí vit vildu nógv heldur havt, at skipini fingu atløgupláss onkra aðra staðni.
Men samstundis ásannar løgreglumaðurin, at avgerðin er tikin um at bæði skipini skulu liggja í Tórshavnar Havn og tí telur løgreglan av fullum huga lut í arbeiðnum at skipa ferðsluna sum best.
? Vit vita, at tað er rættiliga nógv ferðsla í býnum, sum er og tí stúra vit fyri rættiliga stórum trupulleikum, tá ið bilar frá bæði Norrøna og nýggja Suðuroyarskipið eisini skulu avgreiðast.
Hann sigur, at grundarlagið undir nýggju Norrønu er eitt rættiliga stórt tal av bilum, samstundis sum eisini Smyril fer at flyta nógvar bilar.
?Tá íð bæði íleggjarar og fíggingarstovnar her heima og uttanlands, hava mett,at Norrøna fer at flyta eitt ávíst tal av bilum, ber illa til hjá okkum at undirmeta tað og tí eiga vit at leggja tey tølini til grund fyri teimum avgerðum, vit taka, heldur Jón Klein Olsen.
Hann sigur, at tilsamans skulu vit hava pláss fyri fleiri hundrað bilum afturat, tá ið bæði nýggja Norrøna og Smyril skulu avgreiðast.
?Men vit vita eisini, at tað eru bara 250 parkeringspláss niðri á havnalagnum og tí verður tað ein stór uppgáva at skipa fyri, hvussu bilarnir skulu koyra umborð og, hvar teir skulu bíða.
? Tað fer at krevja eitt sera umfatandi upplýsingararbeiði til ferðafólk, so at tey vita, hvar tey skulu bíða og, nær tey skulu koyra umborð.
Mugu leggja upp fyri trupulleikum
Løgreglumaðurin hevur eisini eina hugsan um tær kanningar, sum eru gjørdar, eitt nú tær teldusimuleringar, sum eru gjørdar
?Modellroyndir og kanningar, sum eru gjørdar, kunnu verða góðar og tað skal helst eisini vísa seg, at tá ið alt gongur, sum tað skal, verða helst eingir trupulleikar av týdningi.
? Men vit eru noydd at leggja upp fyri teimum førunum, har alt ikki gongur eftir ætlan og tað ger tað rættiliga ofta, vita vit.
?Hvat hendir, tá ið ein treylari stendur fastur í einum svingi? Hvussu verður ferðslan, tá ið Norrøna verður seinkað ein ella tveir tímar, so at hon ikki kemur á Havnina kl 5 mánamorgun, men klokkan seks ella klokkan sjey?
?Tey, sum koyra bil í Havn upp undir arbeiðstíð um morgunin, vita, hvussu ferðslan er, so vit mugu viðganga, at vit stúra fyri, hvussu verður, tá ið vit harafturat skulu avgreiða hundraðtals bilar til ferjurnar uppá einar tveir tímar í trokingartíðini um morgnarnar ella seinnapartarnar.
Hann leggur afturat, at vit vita eisini, at taka trupulleikar seg upp, verður tað ikki bara niðri á Havnalagnum, at ferðslan verður tarnað.
?Vegirnir í Havn eru so trongir og bilarnir so nógvir, at tað verður beinanvegin, at allir býurin er typtur og tí fer tað at ávirka ferðsluna í øllum býnumm sigur Jón Klein Olsen. Og tí vildi Løgreglan nógv heldur havt, at skipini fingu atløgupláss onkra aðrastaðni.










