Løgreglan: Stórir bygningar farnir kring alt landið

- Atlantic Pane í Kollafirði stríðist í løtuni, nú tekjan er um at fara

Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at tað var ein lítil skái fyrr í kvøld, men at síðani klokkan 20.30 hava fráboðanirnar regna inn frá øllum landinum. 

 

Stórir virkisbygningar eru farnir. Nevnast kann Húsarhaldsskúlin, sum hevur mist tekjuna, virkisbygningur á Kambsdali, sum hevur fingið stóran skaða. Og so eru tveir virkisbygningar í Gøtu, sum hava fingið stórskaða. Tað sama er at siga um bátabrúnna í Leirvík, sum loysnaði og hevði nakrar bátar knýttar at sær. 

 

Í Havnadali og í eysturbýnum í Havn eru nógvir skaðar í løtuni og í heila tikið er Eysturoyggin hart rakt - serliga báðir armarnir á Skálafjørðinum og Gøta, Fuglafjørður og Leirvík. 

 

Enn er eingin fólkaskaði, men tað er mest sum av tilvild. 

 

- Ein fór út at halda leysum takplátum, sum gjørdi stóran skaða. Men hann kláraði sjálvandi ikki at halda teimum, og tað kundi tað sama enda heilt galið, sigur Hjalgrím Hansen, vaktleiðari á løgreglustøðini í kvøld. Hann ávarar fólki ímóti at fara út at royna at bjarga nøkrum. 

 

Tá ið umræður bjargingarfólkini, sum hava verið fantastiska ófør í kvøld, so er eisini nakað pressað hjá teimum nú. 

 

- Støðan júst nú er, at tey hava verið til arbeiðis allan dagin, og skulu helst eisini arbeiða nógv í nátt, tá ið ódnin veksur aftur. So spurningurin nú er, um summi bjargingarfólk ikki skulu fara heim at sova eina løtu og síðani fara aftur til arbeiðis í nátt, sigur Hjalgrím Hansen. 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen. 

 

In.fo fylgir gongdini.