Rættargangslógin í Føroyum eigur at dagførast, so at hon samsvarar við donsku lógina. Tað heldur Politistafelagið, sum hevur sent Landsstýrinum áheitan um at dagføra lógina.
Hetta er í kjalarvørrinum av einum harðskapsmáli fyri nøkrum vikum síðani, har ein løgreglumaður varð sligin í høvdið við einum politiradio.
Maðurin var handtikin og framstillaður fyri Føroya Rætt í grundlógaravhoyri. Ákærin bað um, at maðurin varð varðhaldsfongslaður, meðan málið varð kannað nærri.
Dómarin valdi tó ikki at eftirlíkað umbønini frá løgregluni. Hon metti ikki, at krøvini fyri varðhaldsfongsling vóru uppfylt og vísti millum annað á, at seinastu broytingarnar í donsku rættargangslógini ikki er sett í gildi í Føroyum.
Í einum skrivi, sum eisini er sent formonnunum í politisku flokkunum og limunum í rættarnevndini, sigur Politistafelagið, at tað heldur tað vera sera torført at góðtaka, at ein politistur verður sligin í høvdið við einum "vápni," uttan at hetta verður mett at vera nóg álvarsamt til at varðhaldsfongsla gerningsmannin.
Málið verður nú eisini reist á tingi. Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýri, hevur sett løgmanni ein grein 52a fyrispurning um málið. Løgtingsmaðurin vil hava at vita, um gongd er sett á arbeiðið at dagføra rættargangslógina og nær úrslitið væntandi verður lagt fyri tingið at góðkenna.
Grein 52a fyrispurningar eru skrivligir fyrispurningar, sum kunnu setast landsstýrisfólkum uttan fyri tingsalin. Spurningarnir skulu svarast innan 10 dagar ella skal skrivlig grundgeving gevast fyri, hví teir ikki eru svaraðir. Spurningarnir verða ikki viðgjørdir á tingi.