Løgreglan og herurin bardust um forsetan

Í Ekvador er løgreglan so misnøgd við nakrar speriætlanir hjá stjórnini, at nakrir løgreglumenn tóku landsins forseta, Rafael Correa, á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Quito í gjár. Í nátt søktu hermenn at sjúkrahúsinum, og eftir stuttan skotbardaga slapp forsetin leysur.

Tann 47 ára gamli forsetin hevði leitað sær skjól á sjúkrahúsinum, eftir at misnøgdir løgreglumenn høvdu søkt at honum við táragassi. Tá hann kom aftur á forsetaborgina í nátt, segði hann, at tiltakið hjá løgregluni at burturflyta seg var einki minni enn ein kvettroynd.

Reyði Krossur í Ekvador sigur, at minst tveir løgreglumenn royðu í skotbardaganum við hermenninar, men forsetin segði, at fimm fólk vórðu særd.

Í gjár gingu løgreglumenn mótmælisgongu í miðbýnum í Quito, har teir mótmæltu, at spariætlanir hjá stjórnini skerja teirra løn.