Eitt ungt par, sum vitjar í Føroyum í hesum døgum, fóru í morgun í buss til vágarnar.
Ungu fólkini høvdu leigað sær sokallað airBnB býli í Føroyum, har tey leigaðu privat hjá fólki.
Tey, sum áttu húsini, sum ferðafólkini høvdu leigað, gjørdist stúrin, tá ið tey sóu ungu fólkini fara á útiferð í hesum veðrinum, sum tá bara versnaði.
Ánararnir av húsunum royndu tí fleiri ferðir at ringja til unga parið, tó uttan úrslit.
Hesi bæði ungu vóru farin í náttúruna í Vágum, og tá ið einki frættist frá teimum, varð løgreglan fráboðað. Bjargingarliðið í Vágum fór tí út at leita eftir unga parinum, og við serkønum á staðnum vórðu tey skjótt funnin.
- Tey vóru væl ílatin og vóru tí ikki í vanda. Men tað var gott, at tey vóru funnin aftur beinan vegin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.