Hvørt vikuskiftið er løgreglan í býarlívinum og tá ið skeinkistøðini stongja er løgreglan manssterk á gøtunum í royndini at basa harðskap í náttarlívinum.
Tað var eisini neyðugt sunnunáttina um 4 mundið, tá ið løgreglan varnaðist tveir ungar mans í 20'unum, sum beistaðust. Løgreglan legði ímillum teir báðar. Teir eru báðir skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tá ið tú ert órógvandi í almenna rúminum, so er tað nóg mikið til, at talan kann vera um brot á politiviðtøkurnar.