Síðani skipanin at klippa í koyrikortið hjá bilførarum fyri ávís brot á ferðslulógina, kom á nýggjárinum, hevur løgreglan klipt í koyrikortið hjá 11 bilførarum.
Tað segði Eyðun Berg, løgreglumaður, í tíðindunum á Rás2 í gjár.
Hann segði, at meiri enn ein triðingur av øllum teimum, sum hava fingið eitt klipp í koyrikortið, hava fingið tað fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey hava verið spent í trygdarbelti.
Higartil hava nevniliga fýra bilførarar fingið klipp í kortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey hava sitið í trygdarbelti.
Eyðun Berg staðfesti fyri Rás2, at somuleiðis hava fýra bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri at yvirhála, har miðstrikan hevur verið óbrotin.
Hinvegin hava tveir bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt fyri reyðum ljósi og ein hevur fingið klipp fyri at hava brotið víkuskyldina.
Tølini eru gjørd upp hálvan februar og tey byggja á frágreiðingarnar, sum higartil eru skrivaðar og tað merkir, at tað kunnu liggja onnur mál, sum enn ikki eru skrásett, men sum eisini fara at føra við sær, at koyrikort verða klipt.
Undrar løgregluna
Eyðun Berg var við til at fyrireika skipanina við klippikortunum og hann sigur, at tað kemur óvart á løgregluna, at tað framvegis eru fólk, sum hava børn í bilinum, sum ikki sita í trygdarbelti.
- Tað undrar meg, at fólk framvegis ikki eru meiri tilvitað um, hvussu vandamikið tað er at hava børn sitandi leys í bilinum, segði hann við Rás2.
Hann heldur, at her krevst ein hugburðsbroyting og tað er eisini ein spurningur um at venja børnini til at sita í trygdarbelti, tá ið tey eru í bili.
Hinvegin undrar tað hann ikki nakað serligt, at tað verður klipt í koyrikortini fyri yvirhálingar og fyri at koyra fyri reyðum ljósi.
Hetta eru trupulleikar, sum altíð hava verið og hann heldur, at tað er óhugsandi, at hesi brotini skulu hvørva heilt, bara tí ein slík skipan er sett í gildið.
Men løgreglumaðurin heldur ikki, at 11 klipp í hálvan annan mánað, er eitt órógvandi høgt tal, men hevði løgreglan havt orku til fleiri kanningar, hevði talið helst verið væl hægri.
Men hann heldur kortini eisini, at ferðslumynstrið er broytt, síðani skipanin er komin í gildið, tí fólk eru farin at ansa betri eftir og at koyra spakiligari.
Hinvegin vísa royndir aðrastaðni, at tá ið ein tíð er fráliðin, hevur ferðslan lyndi til at detta aftur í tað gamla mynstrið.
- Endamálið við skipanini er at raka tey, sum aftur og aftur bróta ferðslulógina og øll tey, sum halda reglarnar verða ikki nervað av klippikortsskipanini, segði Eyðun Berg í tíðindunum á Rás2.