Løgreglan er í morgun á veg til Fuglafjarðar, har hon skal kanna eitt innbrot í einum handli í bygdini.
Tað var tíðliga í morgun, at ein persónur í bygdini var komin framvið handilin og varnaðist, at ein hurð var brotin upp.
- Klokkan hálvgum sjey í morgun bleiv málið meldað, tí onkur varnaðist, at hurðin var brotin upp og ymiskt var stolið inni í handlinum, sigur vakthavandi.
Upplýst verður, at løgreglan veit ikki nógv meira um málið enn, men eru løgreglufólk á veg á staðið at kanna innbrotið.
Annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt hjá løgregluni, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.