Drápshóttan
?Drápshóttanin ímóti Jenis av Rana, Løgtingsmanni, verður framvegis kannað.
Bergleif Brimvik, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni sigur, at tað er ikki rætt, tá ið Jenis av Rana heldur, at løgreglan ikki hevur tikið eina drápshóttan ímóti sær í álvara.
Drápshóttanin kom í kjalarvørrinum á hendingini í november í fjør, tá ið postkassin hjá løgtingsmanninum varð sprongdur í luftina.
Jenis av Rana segði við Sosialin fyrr í vikuni, at aftaná tað fekk hann eini sms boð, sum í sera ógvusligum vendingum, segði at postkassin var bara byrjanin og at tað næsta skuldi vera, at alt húsið varð sprongt í luftina og at bæði hann og alt hansara húski skuldi lata lív.
? Løgreglan staðfesti at sms boðini vórðu send av einum almennum stovni.
Síðani er tað komið fram, at tað var av skúlanum á Tvøroyri.
Men hóast løgreglan visti hetta, og visti upp á minuttin, nær boðini vóru send, legði hon málið til viks, segði Jenis av Rana.
Tað einasta, hon gjørdi, var at spyrja skúlastjóran, men tá ið hann segði seg ongan møguleika hava at siga, hvør sendarin var, legði løgreglan málið til viks.
Hetta harmaði Jenis av Rana, tí hann sigur, at talan var um eina beinleiðis drápshóttan og hann heldur, at løgreglan átti at lagt størri orku í at uppklára tað.
Ikki lagt til viks
Men Bergleif Brimvík vísur aftur, at málið er lagt til viks.
? Tað er ongantíð lagt til viks og tað verður framvegis kannað, sigur hann.
Hann sigur, at nakrar avhoyringar eru gjørdar í málinum og at nakrar avhoyringar skulu gerast afturat.
Hann sigur, at málið hjá Jenis av Rana er í fleiri pørtum. Í fyrsta lagi er talan um, at postkassin varð sprongdur í luftina. Í øðrum lagi er talan um eina hóttan við sms boðum og í triðja lagi hevur onkur verið á hurðini hjá honum og gjørt ónáðir, uttan tó at talan var um eina hóttan.
? Vit vita, hvør var á hurðini hjá honum og tað málið er avgreitt, uttan kortini at meiri varð gjørt við tað.
Hini bæði málini eru ikki uppklárað, men vit arbeiða víðari við málinum.
Jenis av Rana vísir á, at tit fóru ikki at kanna málið um postkassan, fyrrenn tað kom alment fram við tað, at fjølmiðlarnir tóku tað upp?
? Tað er ikki rætt, sigur leiðarin á kriminaldeildini.
Hann sigur, at ein hending sum hendan er sera álvarslig og at Løgreglan tók málið í líka stórum álvara, sum tað kravdi.
? Løgreglan kom á staðið beinanvegin og gjørdi rættiliga nógvar avhoyringar. Vit hava avhoyrt fólk í grannalagnum og hava somuleiðis avhoyrt onnur fólk. Men tað eydnaðist ikki at finna nøkur vitni, sum visti um málið, so at tað kundi uppklárast.
Bergleif Brimvík sigur, at í málinum um drápshóttanina eru eisini avhoyringar gjørdar og tað skulu enn fleiri avhoyringar gerast, sigur Bergleif Brimvík.
?Vit hava staðfest, at sms boðini vórðu send av eini teldu í skúlanum á Tvøroyri, men tað er sent av eini teldu, sum nógv høvdu atgongd til og sum ikki kravdi loyniorð fyri at sleppa inn á.
Tað er kortini ikki staðfest, hvør tað er, sum hevur sent boðini, um tað eru næmingar ella um tað eru vaksin fólk.
? Men málið er ikki slept og tað er als ongin orsøk hjá Jenis av Rana at missa álitið á løgregluna, heldur leiðarin á kriminaldeildini.
Í hesum føri er talan um eina beinleiðis hóttan ímóti einum fólkavaldum løgtingsmanni. Hvussu álvarsligt metir løgreglan eitt mál sum hetta, hóast tað kanska ikki er meint so álvarsliga sum tað ljóðar.
? Tað er ongin ivi um, at vit taka tað í størsta álvara, tí hetta er sanniliga álvarsligt.
Annars heldur Bergleif Brimvík, at Føroyar eru eitt avbera friðaligt land og hann heldur ikki, at politikarar eru hóttir. Men einstakar hendingar kunnu altíð taka seg upp, sigur Bergleif Brimvík.