Løgreglan kann hava dna hjá brotsmanni

Norska løgreglan ynskir at gera royndir við tí tey rópa ættarleiting, men hesum loyvir norsk lóg ikki, tó at slík leiting hevur avdúkað fleiri brotsverk í øðrum londum.

 

Norska løgreglan heldur, at dna-spor kunnu loysa málið um ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, men norskar lógarreglur gera, at løgreglan sleppur ikki at brúka amboð, sum hava avdúkað fleiri álvarslig brotsverk, eitt nú í USA og Svøríki. Soleiðis sleppur kriminalløgreglan - Kripos - ikki at brúka dna-forrit, sum kunnu víðka um leitingina eftir brotsmonnum.

- Potientielt kann dna verða við til at loysa hetta mál. Vit hava tryggjað dna á staðnum, men í hvønn mun hetta kann fáa avgerandi týdning fyri málið, vil eg ikki siga, sigur kanningarleiðarin í Hagen-málinum, Tommy Brøske, við NRK.

Tá tíðin nú er vorðin so long, síðan Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, hevur norska løgreglan eisini verið í samband við nógv fólk, sum hava latið løgregluni sítt dna. Tað var nevniliga hin 31. oktober í 2018, at ríkmanskonan hvarv. Maður hennara er miljarderurin, Tom Hagen.

Per Angel, sum er fyrrverandi kriminalteknikari og leiðari av KT-bólkinum hjá Kripos, vísir á, at tað altíð finnast ókendir dna-profilar á einum staði, har ein brotsgerð er farin fram. Talan kann eitt nú vera um hár ella húðkyknur. Løgreglan greinar tískil øll, sum hava verið á staðnum av náttúrligum orsøkum, og tey kunnu - um annars einki illgrunasamt er - skiljast burtur úr rúgvuni. 

- Jú, longri tú situr eftir við einum ókendum dna-spori, tess størri verða sannlíkindini fyri, at hetta kann vera brotsmaðurin, sigur Per Angel við NRK. Hann vísir á, at tað, sum í slíkum føri hevur loyst fleiri brotsmál í USA og Svøríki er, at løgreglan eisini hevur kunnað leitað eftir persónum, sum hava eitt dna, ið líkist tí ókenda dna’num.

Hetta merkir, sigur hann, at til ber at finna fólk, sum eru í ætt við hin higartil ókenda brotsmannin. 

NRK vísir á, at dna-profilar verða goymdir í trimum skráum: Í rannsóknarskránni verða tey skrásett, sum eru skuldsett ella eru undir illgruna fyri revsiverda atgerð. Í samleikaskránni verða tey skrásett, sum eru endaliga dømd treytaleysa fongsulsrevsing ella trygdarvarðhald. Í sporskránni verður dna goymt, sum er funnið á staðnum, men har persónurin ikki er eyðmerktur.

Talið av profilum í hesum skráum er ávikavist 5.500 (rannsóknarskráin), 100.000 (samleikaskráin) og 12.000 (sporskráin). Tað er deildin fyri Rættarmedisini á Universitetssjúkrahúsinum í Oslo, sum ger dna-profilarnar, ið byggja á lívfrøðilig spor, sum løgreglan fær til vega við sínum teknisku kanningum.

Profilarnir verða goymdir í einari dna-skráseting, sum Kripos hevur viðgerðarábyrgd av.

Kripos hevur í dag amboð til at leita eftir fólki í skráunum, sum eru í ætt við tann - ella tey - tey annars leita eftir. Tey ynskja eisini at brúka hesi amboð, men tað kunnu tey ikki, tí norska lógarverkið loyvir tí ikki.

Per Angel, fyrrverandi kriminalteknikari og leiðari av KT-bólkinum hjá Kripos, heldur, at eitt mál, sum málið um Anne-Elisabeth Hagen - við einum ókendum brotsmanni og dna-sporum - hevði verið perfekt í slíkari leitan, har løgreglan eftir øllum at døma higartil ikki hevur funnið ein persón, sum ”matchar” tað dna, sum løgreglan hevur og leitar eftir.

- Tað er rætt, at vit hava havt fólk á støðini, sum hava givið sítt dna, og tað er eisini rætt, at vit hava fingið dna frá fólki fyri at útiloka tey, men eg kann ikki fara í smálutir við hesum, sigur kanningarleiðarin í málinum, Tommy Brøske, við NRK.

Kripos ynskir at gera royndir við ættarleiting, har leitanin kanska verður fimm ferðir so stór sum tey 100.000, sum í dag liggja í samleikaskránni. 

Men, hevði ein slík leiting kunnað loyst Hagen-málið?

- Eg ynski ikki at gera fleiri viðmerkingar til henda spurning enn tær viðmerkingar, sum Kripos hevur, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske. Kripos hevur sagt við NRK, at orsakað av norska lógarverkinum kunnu tey heldur ikki gera ættarleiting í øðrum londum.

Per Angel er onga løtu í iva um, at ættarleiting kundi gjørt mun í málinum um Anne-Elisabeth Hagen. - Svarið er heilt avgjørt ja. Hevur tú ein dna-profil, kann tað vera møguligt at finna líknandi dna-profilar í norska amboðnum ”Familias”, sigur fyrrverandi kriminalteknikarin.

##med2##

Lagt verður aftrat, at svenska løgreglan eitt nú hevur loyst eitt 24 ára gamalt neyðtøkumál við at brúka ”Familias”, men hetta amboð er, sum áður nevnt, ikki loyvt at brúka í Noregi. Ein av orsøkunum til, at hetta amboð ikki er loyvt í Noregi er, at øll, sum eru í ætt við ein kriminellan, potientionelt kunnu leitast upp av løgregluni eftir einari dna-skrá. 

Tað eru tey, sum halda, at hetta gongur persónsverjuni ov nær og stríðir ímóti mannarættindunum.

Eiga vit ikki at halda fast um persónsverjuna?

- Spyr tú meg, fer ”Familias” eisini at verða brúkt í Noregi. Eg síggi ikki teir stóru trupulleikarnar við eitt nú vakmyndum. Fólk leggja alla tíðina spor eftir seg - við bankakortum, skrásetingum við bummar og við vakmyndum, sigur fyrrverandi kriminalteknikarin hjá norsku løgregluni, Per Angel, við NRK.

Meira er at lesa um hetta mál á www.nrk.no.

##med3##