Aftur hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Fríggjanáttina var ikki so nógv fólk í býnum, men í nátt hevur tað verið nógv fólk, men tað hevur kortini ikki elvt til nakað stórvegis av arbeiði til løgregluna.
Tey siga, at tvær ferðir vóru tey í samband við fólk, sum vóru við at koma til ilnar, men í báðum førum vórðu tey góð aftur, áðrenn nakað spurdist burtur úr.
Løgreglan sigur, at hvat teimum viðvíkur, er tað sum heild nógv friðarligari í náttarlívinum nú í korona-tíðini, enn tað plagdi vera. Fyri at avmarka smittuvandan, hava skeinkistøðini, í hvussu so er í høvuðstaðnum, avtalað at lata aftur klokkan tvey um náttina, og tað gjørdu tey eisini í nátt. Og løgreglan sigur eisini, at tað merkist týðiliga á náttarlívinum, tí fólk ganga ikki úti og mala longur enn til langt út á morgunin.
Og tað er ofta í kjalarvørrinum á, at skeinkistøðini lata aftur klokkan fýra, at trupulleikar av ymsum slagi taka seg upp, men tað er nógv minni av tí, nú tey lata aftur klokkan tvey.
Hinvegin hava tey varhugan av, at fólk fara heldur fyrr í býðin nú, enn tey plagdu, tá ið alt var opið til klokkan fýra. Ein, sum varar av skeinkistøðum, og sum vit hava tosað við, er samdur við løgregluna.
Og í hesum føri høvdu tey ikki havt nakað ímóti, at tað heldur fram, at tað letur aftur klokkan tvey, tí tað er gestirnir broytast rættiliga nógv frá klokkan tvey til klokkan fýra.
Tey kundu stúrt fyri, at trupulleikarnir bara vera fluttir heim til fólk í staðin, men løgreglan hevur ikki varhugan av, at tað eru oftari boð eftir teimum til húsaófrið nú, enn vanligt.