Løgreglan ger fleiri ferðslukanningar

- Nógv fólk hevur verið sett av til ferðslukanningar higartil í ár, og vit fara framhaldandi at vera nógv úti á vegunum og gera kanningar, sigur løgreglan. Yvir eina longri tíð hevur løgreglan verið nógv úti á vegunum og gjørt ferðslukanningar, har ein hópur av bilførarum hava fingið bøtur og átalur fyri ymisk viðurskifti, sum ikki vóru í lagi.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at bøturnar fyri eitt nú at tosa í fartelefon og fyri at koyra uttan trygdarbelti eru eksploderaðar í ár, sum hann tekur til.

- Nógv fólk hevur verið sett av til ferðslukanningar higartil í ár, og vit fara framhaldandi at vera nógv úti á vegunum og gera kanningar.

Vakthavandi hevur eingi endalig tøl yvir brot á ferðslulógina við hondina, tá vit hava hann í telefonini, men hann er rættiliga sannførdur um, at bøturnar ongantíð hava verið so nógvar áður ? yvir eina so stutta tíð.

Hann sigur, at nógvar bøtur eisini eru givnar fyri eitt nú dekk, ljós og tað, at fólk ikki høvdu koyrikortið uppi á sær. Aftrat hesum eru nógv klipp givin fyri, at fólk ikki høvdu børnini íbundin í bilinum.

- Hesar kanningar halda fram, sigur løgreglan, sum heitir á fólk um at hava bilarnar í lagi og at fylgja ferðslureglunum.