Løgreglan fingið fleiri fráboðanir

Í dag sendi løgreglan myndir út til miðlarnar av manni, sum løgreglan heldur tók eina munandi peningaupphædd úr einum handli í Havn í gjár.

Í dag sendi løgreglan myndir út til miðlarnar av manni, sum løgreglan heldur tók pening úr einum handli í Havn í gjár. Hendingin fór fram umleið klokkan 18.30 í gjárkvøldið, og løgreglan sigur, at talan er um eina størri peningaupphædd.

 

Maðurin, sum kom inn í handilin, fór sambært løgregluni inn á skrivstovuna í handlinum og tók pengarnar. Handilin hevði opið, men eingin legði til merkis, at maðurin fór inn á skrivstovuna.

 

Hóast løgreglan sendi út myndir av manninum, og fleiri fráboðanir eru komnar frá fólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í kvøld, at málið enn ikki er uppklárað. Løgreglan vil tí gjarna frætta frá enn fleiri fólkum, sum halda seg kenna persónin á myndunum.

 

- Maðurin er umleið 30 ár, hevur vanligan kropsbygnað, er umleið 170 sentimetrar høgur og hevur myrkt hár við høgum tinningum, sum tikið verður til. Lagt verður aftrat, at maðurin var í einum myrkum frakka við skinnkraga.

 

Áheitanin hjá løgregluni er tí framvegis, at fólk, sum kenna mannin, verða biðin um at venda sær til løgreglustøðina í Havn, tlf. 351448.