Tey eru longu farin at selja fýrverk kring landið og í hesum sambandi fara løgreglan og umboð fyri sløkkiliðini at kanna tey ymsu sølustøðini kring landið.
Tað eru strangar reglur fyri, hvussu fýrverk skal goymast og seljast og endamálið við kanningunum er at tryggja, at alt er eftir forskriftunum.
Eitt nú er 18 ára aldursmark fyri at keypa fýrverk, men nøkur fá undantøk eru, sum tað er loyvt at selja børnum og ungum undir 18 ár. Undantøkini eru:
1) borðbumbur,
2) brestir, (knallertir)
3) pappírsperlur (amorces),
4) pappírsperlubond (amorcesbond) og
5) stjørnukastarar
Somuleiðis ger løgreglan vart við, at tað er ikki loyvi at selja fýrverk í morgin, sunnudagin.
Hóast tað eru strangar reglur fyri at selja fýrverk, eru reglurnar fyri at skjóta fýrverk, heldur lagaligari, tí tað er loyvt at skjóta fýrverk alt árið.
Tað eru ongar ásetingar um, nær tað er loyvt at skjóta fýrverk, sigur løgreglan. Kortini eru tær avmarkingar í politiviðtøkunum, at tað skal ikki vera til ampa.