Tilsamans fekk løgreglan boð um 135 stosmskaðar í gjárkvøldið og í nátt.
Tað siga tey á løgreglustøðini í morgun, nú tey hava brúkt náttina til at gera støðuna upp eftir óveðrið í gjárkvøldið og í nátt.
Men løgreglan sigur, at hóast skaðarnir eru nógvir í tali, eru teir yvirhøvur smáir. Talan er í nógv mestan mun um tekjur og klædningur, sum rivu, takrennur, sum brotnaðu skúrar sum stóðu til at fara, onkur trampolin er fór, og so frameftir. Og skaðarnir eru um alt landið.
Tað var serliga frá klokkan 18.30 til á midnátt tey nógvir skaðar hendu, men síðani varð longri ímillum at telefonin ringdi, og løgreglan sigur, at síðani vaktarskiftið á støðini klokkan sjey í morgun, hevur verið friður.
Hóast tað er hæsað av nógvastaðni, er tað framvegis ógvuliga nógvur vindur. Mesti vindurin er á Norðadalsskarði og á Fámjinsvegnum, har tað eru 49 metrar um sekundið í hvirlunum, á Krambatanga eru tað 42 metrar um sekundið og flesta stðaðni er hann yvir 30 metrar um sekundið.
Hann minkar vindin so líðandi í dag, men í morgin árini brestur hann á aftur við rættiliga nógvum vindi, við hvirlum, sum eru væl harðari enn orkan.
Tí heitir løgreglan á fólk um at brúka teir ljósu tímarnar í dag til at kanna umstøðurnar rundan um hjá sær sjálvum at vita um tað er neyðugt við nøkrum ábótum, áðrenn ódnin herjar á aftur.