Løgreglan hevði fyri løtu síðani ein tíðindafund í Keypmannahavn, um støðuna á Kastrup flogvøllinum í morgun. Løgreglan hevur kannað ein pakkað, sum í morgun elvdi til illgruna í flogvøllinum og tí elvdi til, at flogvøllurin varð partvíst stongdur og fólk vórðu flutt frá Terminal 2.
Jens Jespersen, sum er politiinspektørur í Keypmannahavn segði á tíðindafundinum, at orsaka av terrorhóttanum móti Danmark, fer løgreglan altíð á staðið í slíkum førum.
Løgreglan fór mannsterk á flogvøllinum í morgun og samstundis vóru serfrøðingar hjá danska herinum eisini á staðnum. Løgreglan sigur einki um, hvat var í pakkanum.
- Vit kunnu staðfesta, at pakkin ikki innihelt nakað vandamikið, sigur Jens Jespersen. Tí er stongsulin á flogvøllinum av á hesum sinni.