Løgreglan hevur aftur hetta vikuskiftið havt úr at gera av ávirkaðum fólki, sum ikki dugir sær hógv. Heilar fimtan ferðir ringdi fólk til alarmsentralin um vikuskiftið um full fólk. Harumframt vóru fleiri fráboðanir til politistøðirnar.
Vakthavandi á politistøðini sigur við Sosialin, at døgnrapportirnar síðstu dagarnar er á tremur við smátingum, so sum bardøgum, herverki, húsaófriði, ferðsluóhappum og rúsdrekkakoyring. Men tíbetur onki stórmál.
- Men tað er ótrúliga løgið, at tað eru so nógv fólk, serliga blaðung, sum drekka seg frá sans og samling, so tey enda í óføri, sigur hann.
Avdottin úti á vegnum
Men tað eru ikki bara ungdómar, sum ikki kenna leiðina heim, tá ballið er buið. So seint sum um midnáttarleitið mánanáttina funnu fólk ein mann fyrst í 40unum, sum lá avdottin hálvt úti á koyribreytini í Bøkjarabrekku í Havn. Løgreglan kom á staðið og koyrdi mannin á Landssjúkrahúsið.
Ov fullur til rullistólin
Leygarmorgunin um hálvgum fimmtíðina varð ein fullur maður í rullistóli koyrdur úr einum vertshúsi í Havn. Men av tí, at ongin vildi kennast við mannin, tíansheldur hjálpa honum heim, varð løgreglan boðsend. Sløkkiliðið kom á staðið við serútgjørdum bili, og maðurin varð koyrdur á Landssjúkrahúsið.
Nakin í býnum
Eisini gekk ein bert 15 ára gomul genta í berum trussum í býnum. Hon hevði ballast saman við vinkonunum, men hevði eftir øllum at døma fingið ov nógv niðurum. Løgreglan tók gentuna upp, og av tí at hon er so ung, vórðu foreldrini boðsend, og frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar.
Børn vitni til húsaófrið
Tað er altíð svárt at verða boðsend til húsaófrið, har børn eru til staðar. Tvey børn, 5 og 8 ára gomul, vóru heima, tá tey vaksnu klandraðust somikið ógvusliga, at meklari frá løgregluni mátti uppí. Innbúgv varð brotið, hóttanir fuku í luftini og enn einaferð mátti staðfestast, at fyllskapur var uppií. Eisini í hesum førinum mátti løgreglan skrivað eina fráboðan til sosialu myndugleikarnar. Talan var um kenningar hjá politinum.
Í einum øðrum føri við húsaófriði legði ein ungur maður á verfaðirin.
Trý ferðsluóhapp
Hósdagin seinnapartin var eitt ferðsluóhapp í Norðskálatunlinum. Ein maður var eftir øllum at døma sovnaður við róðrið og rendi inn í tunnilsveggin á mótsettu síðu. Tíbetur var ongin fólkaskaði, men bilurin varð vrak.
Mikudagin fór eisini ein bilur útav vegnum. Hesaferð niðanav beint áðrenn Skipanes.
Tveir bilar rendu eisini saman í krossinum við ljóskurvarnar í J. Patursonar Gøtu. Hetta var seinnapartin fríggjadagin.
Loystu bátar frá landi
Ótangar loystu tveir smábátar frá landi í Havn fríggjakvøldið. Annar við longu bátabrúnna í Vágsbotni og hin úti við Skálatrøð. Løgreglan boðsendi manning frá Tórshavnar Havn at fáa bátarnar inn aftur. Ongin er tikin fyri brotsverkini, so løgreglan hoyrir gjarna frá vitnum til tilburðirnar.